Teitur Lasen spælir á Listastevnuni saman við Eivør Pálsdóttir, men eisini sum einstaklingur við egnum bólki.
Teitur var hóskvøldið í Trongisvági og leikti. Hóast ov langt var milum teirra, ið leitaðu sær at lurta, so sigur Teitur, at sera hugnaliigt var at leika og at talan var um eitt gott kvøld.
Teitur leikar sum einstaklingur, tó ein konsert er, har Eivør Pálsdóttir
er við á palli.
Við sær hevur Teitur tveir danskar tónleikarar, umframt føroyska guitarsnillingin Leiv Thomsen.
Teitur fegnast um at hava ein bólk við, eftir at hann seinnu tíðina hevur verið nógv á palli einsamallur.
Fløga
Teitur var í vetur í Føroyum í 3 mánaðir. Umframt farmførslur, fekk hann stundir at fara í upptøkuhøliini hjá Jákupi Zacahriassen - JakZac studio.
- Hetta var gott, tí so fekk eg gjørt okkurt skilagott, meðan eg var heima. Eg fekk hetta pakkatilboð frá Jákupi, ið hevur studio og ReproZ. Talan er um stakfløgu. Tað primera vóru upptøkurrnar, ikki útgávan, men táð varð hildið gott hugskot at geva út. Og so havi eg eisini okkurt, ið eg kann brúka til promotion, - fløgur at hava við, tá eg eri úti og spæli, sigur Teitur.
Á fløguni eru mong góð nøvn handan ljóðføri og knøttar: Rógvi á Rógvu, Jan Zachariassen, Regin Guttesen ,Magnus Johannesen, Jákup Zachariassen, Óli Poulsen, Brandur Jacobsen, Torkil Johannesen og Mikael Blak.
Út aftur í heim
Longu mánadagin fer Teitur av landinum aftur. Hann skal taka tónleik upp í Nashville og í Los Angelses, umframt at hann skal leika ymisk støð.