Tónleikur
Hóast hann er undir hørðum trýsti frá Lordi og lagnum Hard Rock Halleluja, so er Teitur eisini hesa vikuna ovast á 15 teimum bestu. Fimtu viku á rað liggur fyrsta stakfløgan hjá Teiti Louis Louis ovast á føroyska hitlistanum hjá Útvarpi Føroya.
Lagið, ið hevur fingið Tom Petty at leggja sak móti Red Hot Chili Peppers Dani California liggur á triðja plássi framman fyri Just Dig hjá Høgna Lisberg, ið 12. viku á rað liggur ovarliga á listanum. Eitt greitt tekin um, at Høgni Lisberg er vorðin eitt tað best umtókta navnið á føroyska tónleikapallinum. Høgni hevur næstan alt árið havt okkurt lag í ovara enda á 15 teimum bestu. M.a. nógvar vikur á ovastu rók við fyrst Learn To Ride On Waves og síðan Just Dig.
Á fimta plássi liggur Summar Festival aktuelli The Rasmus við lagnum Sail Away. Umframt Teit og Høgna eru tvey onnur føroysk løg á listanum. Dancing Around Honolulu hjá The Story Ends livir eina skiftandi tilveru á listanum. Eina viku lá lagið ovast, síðan hevur tað flutt seg aftur og fram, inntil tað í seinastu viku sá út til at vera á veg av listanum á 13. plássi. Hetta aftan á einans 6 vikur inni í hitanum. Hesa vikuna er lagið fari eitt vet upp, og liggur á 10. plássi.
Síðsta føroyska lagið á listanum er dance útgávan av Páll Finnur Páll lagnum Rasputin. Tað er High Hat saman við Heiðriki á Heygum, ið hevur staðið fyri endurgerðini av lagnum, Rasputin krýpur upp av 15. til 14. pláss.
Eitt føroyskt eykalag roynir seg eisini hesa vikuna. Tað er endurgerðin hjá Side Effect av gamla MC-Hár lagnum Murder #1, ið nú sleppir at royna seg. Lagið var eisini inni á 15 teimum bestu í upprunaútgávuni í 1999.
Tað er áhugavert, at endurgerðir av føroyskum løgum tykjast at gerast alsamt betur umtóktar. Í fjør var tað Nalja lagið Sjeikurin, ið gjørdi um seg. Nú eru tað Rasputin og Murder #1 og um eina góða viku, gevur The Dreams eina heila fløgu út við endurinnspældum føroyskum hittum.