Leygarkvøldið verður jólakonsert við Teiti Lassen í Spaniastovu í Klaksvík. Afturat sær hevur Teitur tónleikararnar Torleif Mortensen og Per Ingvald Højgaard. Teitur syngur og spælir gittar.
Teitur hevur áður havt konsert í Spaniastovu, og tað var fyri mong ein heilt serlig uppliving – hugnalig og nærverandi.
Konsertin við Teiti er tann seinasta í ár í røðini, tey kalla Tónabrúgv.