Teitur Lassen hevur havt úr at gera, síðani fyrsta fløgan hjá honum kom út á Universal í summar. Longu í mai mánaði byrjaði arbeiðið at føra Teit fram í USA, og síðani hevur hann eisini spælt nógv í Norður-londum.
Um vikuskiftið var Teitur í Føroyum, og fríggjadagin hitti hann føroysku pressuna í nýggju móttøkuhølunum hjá Tórshavnar Býráð. Saman við honum vóru føroyski tøkningurin Jónas Bloch Danielsen og umboðsmaðurin Christian Ulf-Hansen.
- Eg havi spælt 150 konsertir síðani mai, og nú eri eg eitt sindur troyttur av at spæla. Men eg skal hava nakrar framførslur afturat, áðrenn eg fari í jólafrí, segði hann.
Ferðast
Nógvar av konsertunum hava verið sum upphiting fyri onnur nøvn, og hann hevur eitt nú spælt nógv saman við John Mayer, sum er eitt sera kent navn í USA.
Teitur spælir allar sínar konsertir einsamallur við síni gittar, og tað fer hann at halda fram við fyribils.
Í februar mánaði næsta ár fer hann aftur at ferðast við sínum tónleiki, og tað er framvegis fyrsta fløga hansara, sum hann fer at føra fram.
Teitur skrivar alla tíðina sangir, men næsta útgáva hansara liggur nakað longri frammi í tíðini. Næstu ferð hann verður at hoyra í Føroyum, verður á listastevnuni í august 2004.