Á aðalfundi hjá Bakkafrost í dag stóðu nevndarlimirnir, Johannes Jensen, Virgar Dahl og Tor Magne Lønnum, fyri vali.
Johannes Jensen og Virgar Dahl vóru báðir afturvaldir eftir tilmæli frá valnevndini, og Teitur Samuelsen varð eftir tilmæli frá valnevndini valdur sum nýggjur nevndarlimur fyri Tor Magne Lønnum.
Tor Magne Lønnum hevði boðað frá, at hann tók ikki við afturvali.
Gunnar í Liða og Rógvi Jacobsen vórðu afturvaldir í valnevndina hjá felagnum fyri tvey ár, og Leif Eriksrød varð nývaldur fyri eitt ár. Ola Wessel-Aas hevði avgjørt at fara úr valnevndini.
Grannskoðari felagsins P/F Januar, løggilt grannskoðanarvirki, heldur fram sum grannskoðari.