Hósdagurin hin 3. februar var ein stórur dagur í Sandoynni. Hetta var dagurin, tá seinasta skotið í Sandoyartunlinum varð latið av. Nógv fólk vóru savnað í ítróttarhøllini inni í Dal hesa løtu, og frøin var stór, tá sjón gekk fyri søgn, at nú var opið undir Skopunarfirði.
Hetta kvøldið varð veitsla hildin í Skopun fyri arbeiðsfólki og øðrum við tilknýti til tunnilsverkætlanina, og longu henda fyrsta dagin vóru bussar hjá Finnleifi Fagradal á Sandi leigaðir til at koyra fólk í Sandoynna - ígjøgnum undirsjóvartunnilin - og heim aftur úr oynni, tá veitslan í Skopun var liðug seinni um kvøldið.
Nú bíða sandoyingar í spenningi og kanska eitt sindur ótolnir eftir, nær tunnilin alment letur upp. Her sigur sáttmálin, sum P/F Eystur-og Sandoyartunlar hava við NCC, at tunnilin verður liðugur við ársenda 2023.
Sagt hevur verið, at tunnilsarbeiðið er nakrar mánaðir framman fyri tíðarætlanina, men hvørki, tá seinasta skotið varð latið av – og ei heldur í dag – fæst tunnilsstjórin, Teitur Samuelsen, at siga, at Sandoyartunnilin verður liðugur fyri tíð.
Um so varð, hevði hetta verið søtur tónleikur í oyrunum á sandoyingum.
Tað eru fólk í Sandoynni, sum droyma um, at koyrandi verður undir Skopunarfirði um stívliga eitt ár, kanska á ólavsøku næsta ár. Ein teirra, sum droymir um, at koyrandi verður á ólavsøku næsta ár, er Finnleif Fagradal.
- Ja, eg eri millum tey, sum vóna, at koyrandi verður á ólavsøku næsta ár. Sjálvur havi eg bæði koyrt ígjøgnum tunnilin við fólki, sum hetta kvøldið, tá veitslan var í Skopun, og eg havi eisini koyrt í tunlinum í arbeiðsørindum fyri NCC.
Í sínum virksemi hevur Finnleif Fagradal eisini ferðavinnukoyring.
- Tað verður fantastiskt, tá koyrandi verður, tí ein stórur partur av koyringini hjá okkum er inni á meginøkinum. Vit kunnu vóna, at tunnilin letur upp fyri tíð, men nú fasta sambandið er so nær, mugu vit eisini duga at smyrja okkum við, at vit kanska noyðast at bíða til ársenda 2023, sigur hann.
Tunnilsstjórin, Teitur Samuelsen, er framvegis ógvuliga varin og heldur fyri, at fólk í Sandoynni mugu geva tol, tí enn er ov tíðliga at siga nakað um, hvørt tunnilin møguliga letur upp fyri tíð ella ei.
- Sáttmálin sigur við ársenda í 2023, og tað er hetta, vit hava at halda okkum til, staðfestir tunnilsstjórin, sum vísir á, at Sandoyartunnilin er 10,8 kilometrar langur, og hóast hann varð skotin ígjøgnum í byrjanini av februar, er nógv arbeiði eftir at gera.
Higartil eru stívliga sjey kilometrar av breytini asfalteraðir, og á hesum teini vantar bara sjálvt slitlagið, sum verður lagt omaná. Hetta verður tað seinasta, sum verður gjørt, áðrenn tunnilin letur upp.
Teitur Samuelsen vísir á, at fimm pumpubrunnar eru inni í Sandoyartunlinum, harav teir tríggir eru lidnir.
- Portalarnir skulu báðir stoypast, harav portalurin á Gomlurætt verður hin fyrri, kantarnir skulu stoypast fram við allan vegin, og tunnilin skal klæðast innan við stálboltum, armeringsneti og betongi.
Avbjóðingar hava verið við onkrum veitingum, men ikki soleiðis, at hetta broytir tíðarætlanina. Teitur Samuelsen vísir á, at el-arbeiðið skal sambært ætlanini byrja næsta ár, og hetta er millum tey seinastu arbeiðini, sum verða gjørd.
Sagt í stuttum gongur arbeiðið við Sandoyartunlinum eftir ætlan, og higartil hevur tíðarætlanin hildið.
- Eg skilji væl, at sandoyingar, ið hava Skopunarfjørð sum farleið, eru ótolnir og spyrja. Men, nú er tunnilin skotin ígjøgnum, og gongd er í teimum arbeiðum, sum liggja næst fyri í hesi stóru verkætlan, sigur Teitur Samuelsen.