Talan er um eina søluframsýning við karikaturtekningum hjá Martini Tórgarð (yngra), sum hevur teknað fyri Dimmalætting í 10 ár. Martin sigur, at tað byrjaði við, at hann sendi eina karikaturtekning til blaðið. Síðan hevur hann teknað fast í samfull 10 ár.
Martin arbeiðir annars sum sjálvstøðugur timburmaður og hevur ymisk listahandverk sum frítíðarítriv sum at tekna, gera knívar, navnabrettir o.a.
Framsýningin letur upp mánadagin kl. 14 og verður opin til nakað eftir nýggjár. Opið er frá mánadagi til fríggjadag frá kl. 8-16.