Gjøgnum fleiri ár hevur havnarmaðurin Janus á Húsagarði ríkað føroyska list við sínum originalu, litríku og stuttligu tekningum av øllum tí, sum er livandi og rørir seg í náttúruni - og til tíðir hugaheimi. 43 ára gamli Janus á Húsagarði telist millum mest virdu føroysku teknararnar í nýggjari tíð, og hann er nú aktuellur við nýggjari framsýning.
Men hansara yrkisleið sum teknari hevur ikki bara verið ein dansur á rósum. Fyri nøkrum árum síðani endaði hann við eini skuld eftir at hava roynt seg við tekningini burturav í fýra ár. Hann misti mótið og gavst tí at tekna í fleiri ár. Hetta venda vit aftur til seinni, men fyrst fara vit at tríva í byrjanina til hansara leið inn í listaheimin.
- Tey hildu sikkurt eg var ein tolli
Blýanturin hevur verið í Janusa hond so leingi, hann kann minnast. Longu í barnagarðinum sat hann sum negldur í stólinum og teknaði, og sama vanan tók hann við sær, tá hann byrjaði í fólkaskúlanum. Í skúlanum tímdi hann hvørki at lesa ella rokna, og í staðin fyri at fylgja við í tímanum, sat hann og teknaði í lesi- og roknibøkurnar fyri so at viska tekningarnar út aftur, tá tímin var liðugur.
- Eg fann slett ikki út av at lesa. Tað smittaði so av á hugin at rokna, og so tímdi eg ikki at fylgja við í nøkrum faki yvirhøvur. Tí sat eg bara og teknaði alt møguligt í tær ymsu skúlabøkurnar, meðan lærarin undirvísti. Eg gleddi meg bara til fríkorterið, so eg kundi sleppa út at spæla, fortelur Janus á Húsagarði, sum altíð plagdi at sita pinnastillur í einum horni uttan at gera nøkrum fortreð, meðan hann teknaði.
- Eg vænti ikki, lærararnir tímdu at brúka so nógva orku uppá meg, tí so skjótt teir hjálptu mær við onkrum fakligum, so setti eg meg aftur at tekna. Lærararnir og hini børnini hava sikkurt bara hildið, at eg var ein tolli, sigur Janus skemtandi.
03 í skúlanum - toppkarakter sum snikkari
Janus á Húsagarði var sannførdur um, at tað ikki var nakað fyri hann at sita skúlabonki og lesa bøkur. Tí fór hann at læra til snikkara, har hann slapp at arbeiða við hondunum - og tað var munur á at arbeiða við timbri og at ganga í skúla, minnist hann aftur á.
- Eg haldi, eg fekk 03 í miðal í øllum fakunum í skúlanum. Men tá eg fór at læra til snikkara, fekk eg hægsta karakter í rokning í flokkinum. So mann er ikki skítbýttur allíkavæl, flennir hann.
Fekk staðfest orðblindni
Tað skuldu ganga nógv ár, áðrenn Janus á Húsagarði fann út av, hvat orsøkin til hansara fakliga treiskni var.
- Tá eg var mitt í tretivunum, var eitt átak í Norðurlandahúsinum um orðblindni. Eg hoyrdi eina samrøðu í útvarpinum, har ein serfrøðingur fortaldi um øll eyðkennini fyri orðblindni. Eg kendi meg aftur í øllum hesum eyðkenninum, hugsaði eg við mær sjálvum. Nústani tá fann eg út av, at eg var orðblindur, fortelur Janus á Húsagarði.
Nú gav alt meining, og hann skilti hví hann hevði havt so torført við at fylgja við í skúlanum. Janus er lættur av lyndi og sigur, at hann hugsaði ikki so nógv um hansara avbjóðingar har, men hevur heldur vent sína støðu til nakað positivt. Tí tað at hann ikki fylgdi við í skúlanum gjørdi, at hann í staðin hugsavnaði seg um tekningina, sum í dag í stóran mun hevur myndað hann sum persón.
- Eg síggi míni 10 fólkaskúlaár sum mína tekniútbúgving, sigur Janus, sum í dag lesur nógv. Hann hevur funnið sær nakrar teknikkir, sum hjálpa honum at lesa bøkur.
Satsaði alt uppá tekningina
Janus arbeiddi í fleiri ár sum timburmaður, men fyri níggju árum síðani valdi hann at siga starvið frá sær fyri at arbeiða við tekningini burturav. Hetta hevur ført við sær eina rúgvu av tekningum og málningum, sum hava gjørt strikurnar hjá Janusi kendar millum manna í dag. Hann hevur haft hópin av framsýningum bæði í Føroyum, Íslandi og í Danmark. Haraftrat eigur hann penslastrokini til fleiri føroyskar barnabøkur, og hesar telja eitt nú Mosamollis og Mosalisa, Veiða vind og Dunniungin Pu.
Fáur man ikki hava steðgað upp fyri at granska eyðkendu tekningina av herligu fólkunum, sum sláa í ring á ólavsøku uttan fyri tinghúsvøllin. Øll við hvør sínum andlitsbragdi og hvør sínari søgu. Tað sama við hansara nógvu tekningum av djórum og trøllum, sum hava verið at sæð í ymsum sambondum í almenna rúminum seinastu árini.
Evnar myndirnar til í høvdinum
Janus á Húsagarði hevur ongantíð ordiliga dámt at teknað og málað landsløg, sum annars er týpiskt fyri føroysk listafólk at hava sum serkenni. Honum dámar best at tekna út frá hugflognum.
- Eg haldi, eg altíð havi havt ov gott hugflog til at tekna eftir onkrum ávísum motivi. Tá eg sat í skúlanum, teknaði eg jú bara eftir tí, sum eg sá í høvdinum. Eg uppfann mínar egnu tekningar frá grundini av. Tað geri eg enn, og eg veit ongantíð, hvussu myndin skal síggja út, tá eg byrji at tekna, men í staðin tekur hon skap framman fyri mær so hvørt. Hesin mátin er bæði stuttligari meira avbjóðandi enn at tekna eftir onkrum, haldi eg.
Íblásturin kemur úr náttúruni
Hóast tekningarnar hjá Janusi á Húsagarði taka skap í høvdi hansara, so merkir tað ikki, at hann ikki fær íblástur aðrastaðni frá. Janus er eitt sindur av einum verðinsmanni... hann hevur sum yngri verið uttanlands og fjakkað í fleiri ár, og á sínum nógvu ferðum sunnanfyri bleiv hann púrasta bitin av at svimja og snorkla. Her frá stavar íblásturin til hansara nógvu myndir av fiskum millum annað.
- Eg haldi tað vera spennandi at tekna tað, sum goymir seg undir vatnskorpuni. Vit føroyingar hava havið rundan um okkum allatíðina, og tað kann onkursvegna síggja øgiliga oyðið út frá landi. Men tá mann so kemur undir vatnskorpuna, er tað sum at koma til eina heilt aðra gongustjørnu, og hetta royni eg at fáa fram í mínum tekningum.
Í Føroyum dámar Janusi væl at ganga í fjøllunum, og herfrá stavar ein stórur partur av íblástrinum til hansara tekningar.
- Mær dámar øgiliga væl at ganga um Kirkjubøreyn. Har síggi eg altíð onkrar stuttligar steinar, og nógva grótið ger onkursvegna huglagið ræðuliga trøllasligt og huldisligt.
- Vit eru heppin at hava søgur um trøll
Í Føroyum er tað siðvenja at fortelja søgur um trøll, og nettupp hesum er Janus á Húsagarði serliga hugtikin av - tí teknar hann trøllini.
- Vit eru heppin at hava so nógvar søgur um trøll, og hetta er ein skattur, sum eg haldi, vit skulu virðismeta og duga at gagnnýta. Tað er so nógv, mann kann tekna út frá søgunum um til dømis huldufólk, og tí er tað fyri meg upplagt at tekna hesi ymsu trøllini, greiðir Janus á Húsagarði frá og vísir á írsku siðvenjuna við trøllum í listini.
- Í Írlandi hava tey nógv sløg av trøllum, og tað er øgiliga populert hjá írskum listafólkum at tekna trøll. Men her í Føroyum er tað meira sum, at mann heldur seg aftur við hesum motivunum. Eg skilji ikki, hví tað ikki eru nógv fleiri føroyingar, ið tekna trøll.
Undirskot á kontuna
Í fýra ár teknaði og málaði Janus á Húsagarði fulla tíð, og hann seldi eisini eina rúgvu. Men hesi fýra árini vístu seg at vera meira møði enn føði fyri kreativa havnarmannin.
- Eg fekk tað ikki at mala runt, ásannar hann púra ærligt.
- Fyri hvønn dag sum gekk, fekk eg størri undirskot á kontuna. Eg tók ov lítið fyri tekningarnar, samstundis sum eg tók ov nógvar uppgávur á meg, sum góvu ov lítið.
Hóast tað peningaliga ikki lønaði seg, so gav Janus ikki skarvin yvir beinanvegin. Hann tosaði við bankan og strekti tað so langt, sum hann yvirhøvur kundi.
- Eg hevði sett mær eitt mark, har eg segði, at um eg kom undir tað markið, so gavst eg at arbeiða fulla tíð við listini. Tá eg so kom til tað markið, gavst eg ikki kortini, men royndi enn einaferð at tosa við bankan um at veita mær lán. Men tað gekk barasta ikki, og eg endaði við at standa í skuld.
Teknaði ikki í fleiri ár
Vónirnar hjá Janusi á Húsagarði um at kunna liva av sínum tekningum fóru í vaskið í 2014, og ringa gongdin ávirkaði hansara hug og kærleika til at tekna og mála.
- "Hetta tími eg sku ikki longur" hugsaði eg, og so gavst eg fullkomiliga. Eg bleiv so fornermaður við meg sjálvan, at eg rørdi ikki eina tekning hjá mær sjálvum í fimm ár. Eg fekk nakrar heilt fáar uppgávur, men tað var í øllum førum øgiliga lítið, eg gjørdi við tekning hesi árini.
Janus mátti sleppa penslinum og fara aftur til arbeiðis, so hann kundi tjena pengarnar inn aftur, sum hann hevði mist seinastu fýra árini. Hann byrjaði aftur í starvi sum timburmaður, men fekk aftaná nakrar mánaðir starv á Føroya Fólkaháskúla. Hetta var akkurát nakað fyri hann, tí hetta starvið loyvdi honum at vera kreativur, samstundis sum hann tjenti pengar. Hann undirvísti háskúlanæmingunum í tekning, tónleiki og smíð. Haraftrat fevndi tíðin á háskúlanum um aðrar uppgávur sum eitt nú kvøldvaktir og at fara á útferðir við næmingum.
Listin gav honum tónleikin
Hetta tíðarskeiðið gav Janusi bæði tíð, dirvi og møguleika at fokusera meira uppá tónleikin. Seinastu fáu árini hevur hann gjørt vart við seg sum fólkatónleikara og hevur verið nógv at hoyrt á barrum og spælistøðum kring landið við sínum guittara og sínari sermerktu rødd.
Søgan um hvussu Janus á Húsagarði fann sín veg inn á tónleikapallin er nokkso stuttlig. Fyri akkurát 10 árum síðan keypti hann sær eina mandolin - hóast hann yvirhøvur ikki dugdi at spæla uppá hetta ljóðførið, sum minnir um ein guitara. Hetta var um sama mundi, tá hann málaði serliga nógv við vatnlitum.
- Tónleikurin hjá mær er ein beinleiðis avleiðing av mínum tekningum og málningum, staðfestir hann og forklárar hví júst mandolinin og listin vístu seg at vera tað perfekta matchið.
- Hvørja ferð mann koyrir eitt lag av vatnliti á pappírið, má mann bíða, til tað er todnað, áðrenn mann kann koyra næsta lagið á. Tað tekur jú einar 10-15 minuttir, og hesar minuttirnar mátti eg fáa at ganga uppá onkran máta. Av tí at eg júst hevði keypt mær eina mandolin, so sat eg bara og spældi uppá hana, meðan eg bíðaði, til vatnliturin todnaði.
Uppá hendan mátan gjørdist Janus dugnaligari og dugnaligari við mandolinini so hvørt hann legði nýggj løg av litum á. Hesin vanin hevur hingið við, men í dag er mandolinin tó skift út við guitaran.
Í fjør gav hann útgávuna "Good Luck To You All" út saman við bólki sínum The Crowberry Band.
Hevur funnið teknigleðina aftur
Tað eru nú góð fimm ár síðan, at Janus á Húsagarði tók frástøðu frá tekningini fyri heldur at arbeiða. Men á heysti í fjør vendi hann øllum á ranguna - hann vildi geva listini enn eina roynd og fann sær litirnar og pappírið fram aftur aftaná øll hesi árini.
Inntil víðari hevur tað gingið væl, tí hann hevur fingið nógv av skafti, síðan hann tók hesa avgerðina fyri hálvum ári síðani. Hann er fluttur suður til Tvøroyrar, har hann hevur keypt sær hús og innrættað atelier, og 1. mars gavst hann at undirvísa á Háskúlanum fyri aftur at arbeiða við listini burturav. Í hesum sambandi er hann nú aktuellur við nýggjari málningaframsýning, sum lat upp í Smiðjuni í Lítluvík í gjár. Hendan framsýningin er dámd av spildurnýggjum myndum frá kreativa fjøllistamanninum, og meginparturin av hesum myndunum eru gjørdar í ár. Myndaevnini eru av smálutum, skapningum og verum, sum ein kann vera heppin at síggja í føroysku nátturuni - um ein hevur eyguni við sær.