6 ára gamla Margit Klein Kristiansdóttir, sum gongur í forskúla í Glyvra skúla, hevur teknað jólakortið, sum Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur brúkt í ár. Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, er fegin um, at skapandi evnini hjá børnum eisini kunnu brúkast í hesum sambandi.
Landsstýrismaðurin hevur verið á vitjan á Glyvra skúla fyri at takka Margit fyri tekningina og geva henni eina lítla gávu afturfyri. Tað var ein sera hugnalig løta, har øll forskúlabørnini sungu ein jólasang.
##med2##
Landsstýrismaðurin segði nøkur orð og hevði okkurt gott at bjóða øllum børnunum.
Landsstýrismaðurin segði millum annað:
Tað er gott, at børn hava áræði og halda seg framat, sjálvt um tey ongantíð hava roynt tað áður. Akkurát sum Pippi, sum segði, at hetta fór hon nokk at klára, tí hon hevði ongantíð gjørt tað áður.
Vakra jólakortið hjá Barna- og útbúgvingarmálaráðnum sæst her:
##med3##












