Í Sosialinum í gjár greiddi Magnus Magnussen frá, at Pam Offshore fór at savna sínar menn, sum nú eru í Føroyum, saman til ein fund, har teir millum annað fór at tosa um flogvanlukkuna og atfinningarnar, sum seinni eru komnar fram um Atlantsflog.
Vanlukkan var ikki beinleiðis orsøkin til fundin. Vit ferðast allir so nógv, men nú vóru 40 mans heima og tí gjørdu vit av at savnast og tosa saman, sigur stjórin á Pam Offshore, Magnus Magnussen.
Hann er eisini óguvliga væl nøgdur við fundin teir høvdu, har eisini ein teknikari frá Atlantic Airways tók lut og greiddi frá.
Vit høvdu ein ótrúliga góðan fund, har vit høvdu fingið ein teknikara frá Atlantic at greiða frá og svara spurningum. Hetta var ógvuliga professionelt, og menninir vóru stak væl nøgdir við fundin, sigur Magnus Magnussen, sum leggur aftrat, at teir yvirhøvur ikki hava nakrar trupulleikar við at flúgva við Atlantic Airways framyvir.