Teknikkur gloymdur í ferðslutrygdini

Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur, skrivar í Tíðargrein í Sosialinum í kvøld, at føroyskt ferðslukjak er druknað í moralisering. Teknisk átøk skulu til, heldur hann Tá eitt ferðlsuóhapp hevur verið - til dømis á á Kaldbaksvegnum ? verður sum oftast fokuserað upp á møguligan skeivan atburð. Hevði førarin gloymt trygdarbeltið? Koyrdi hann ov skjótt? Var førarin troyttur ella kanska ávirkaður? Ella var tað kanska ein ungur, óroyndur bilførari, ið royndi at bremsa og snara samstundis?

Slíkir spurningar eru sjálvandi sera relevantir, tí skeivur atburður kann fáa ógvusligar avleiðingar, ikki bara fyri ein sjálvan, men eisini fyri onnur. Tí er tað ein sjálvsøgd moralsk aversión móti »at taka kjansir« í ferðsluni, og tað er sum so í lagi.

Men tað er spell, at moraliseringin av ferðsluni tykist káva útyvir tann tøkniliga spurningin. Orsøkin til at hetta er spell, er at við at seta fokus á hvussu óhapp skulu eftirmetast og revsast, so verður fokus flutt frá hvussu man kundi forðað fyri óhappum. Tað verður ov lætt hjá politikarunum at renna sær undan ábyrgd og í staðin koma við ókeypis tosi um moral og atburð.

Hví verður so lítið tosað um sjálvar vegirnar, ið eru fyritreytin fyri atburðinum hjá bilførarunum? Tað finnast ein rúgva av tekniskum átøkum, ið kundu økt ferðslutrygdina munandi ? summi bílig, onnur dýr.

Hetta skrivar samfelagsfrøðingurin, Sámal Matras Kristiansen, í Tíðargrein í Sosialinum í kvøld, har hann gjøgnumgongur nakrar av hesum teknisku loysnum.