Tekniska nevnd: Parkeringsviðurskiftini verða ikki broytt í ár

Boði Haraldson, býarverkfrøðingur, sigur, at peningarligar avmarkingar gera, at parkeringsviðurskiftini uttanfyri læknaviðtaluhølini verða ikki broytt í ár. ? Av teimum pengunum, sum vit hava fingið tillutaðar í ár, so eru ongir pengar til at broyta parkeringsøkið, sigur Boði Haraldson

Misnøgd: ? Vit hava arbeitt við málinum, men vit gera ikki meira við tað, sum er nú, sigur Boði Haraldson, býarverkfrøðingur.
? Vit hava ein fíggjarkarm, sum vit skulu halda okkum innanfyri, og vit hava fingið boð um at taka okkum av ymsum tingum í býnum, og sum er nú, so er ongin peningur til at betra um uttanduraviðurskiftini í J. Patursonargøtu. Um vit fáa meira pengar tillutaðar, so skal eg við gleði gera tað, men í síðsta enda, so botnar alt í pengunum.
Boði heldur, at tað er keðiligt, at hetta ikki verður gjørt, og eisini hevur tekniska deild sent læknanum uppskot um, hvussu hetta møguliga kann betrast, men innanfyri givnu fíggjarkarmar letur hetta seg ikki gera, í øllum førum ikki í ár.