Tekniski Skúlin 80 ár í dag

Leitanin eftir hóskandi hølum hevur eyðmerkt stóran part av søgu skúlans. Nú er leitanin av, men tá skúlin flytur í nýggja Marknagilsdepilin, fer Tekniski Skúlin í Tórshavn eisini í søguna.

Leitanin eftir hóskandi hølum hevur eyðmerkt stóran part av søgu skúlans. Nú er leitanin av, men tá skúlin flytur í nýggja Marknagilsdepilin, fer Tekniski Skúlin í Tórshavn eisini í søguna.

 

Tað var nýstovnaða Havnar Handverksmeistarafelag,  sum í 1934 setti skúlan á stovn. Johs. Simonsen, fyrsti formaðurin í Havnar Handverksmeistarafelag, var leiðari tey bæði fyrstu árini. Eftir hann kom Zacharias Sørensen, sum var stjóri inntil 1945.

 

Fleiri royndir at gera yrkisskúlar høvdu longu verið gjørdar, men allar duttu niðurfyri eftir fáum árum. Longu í 1826 var ein arbeiðsskúli í Fútastovu í Havn, har gentur lærdu at spinna, veva og seyma. Hesin skúlin varð í eini 20 ár. Í 1885 setti Buchwald, amtmaður, á stovn ein tekniskan skúla í Havn og í 1908 varð aftur ein roynd gjørd, hesaferð undir leiðslu av Mangus á Kamarinum. Hvørgin av hesum skúlunum gjørdist serliga drúgvur. Í 1920 vóru Steingrim Winther, byggimeistari, og H. C. W. Tórgarð, arkitektur, lærarar á einum nýstovnaðum skúla, men hesin helt bara á til 1926. Í 1932 byrjaði verkamannafelagið Fylking ein tekniskan skúla á Tvøroyri, har danin Ernst Hansen var lærari, og í 1934 var Tekniski Skúlin í Tórshavn settur á stovn.

 

Fyrsta veturin helt Tekniski Skílin til í sethúsunum hjá Jens Paula í Dali undir Pisuvarða. Undirvísingin var tá skipað sum kvøldsskúli og var bert vetrarhálvárið. Skúlin hevði tá átta næmingar.

 

Árið eftir flutti skúlin út í táverandi sjómansskúlan við J. C. Svabosgøtu, og har helt hann til í tíggju ár, áðrenn hann í 1945 flutti í húsini hjá Vandbygningsvæsenet við Skansavegin, har hann húsaðist saman við Studentaskúlanum.

 

1956 gjørdist eitt hendingaríkt ár hjá skúlanum. Fyri fyrstu ferð fekk Tekniski Skúlin tak yvi egið høvd, tá teir 24. desembur klokkan 10, skrivaðu undir keypið av gomlu Føroya Bankahúsunum. Húsini vóru keypt fyri 450.000 krónur.

 

Í 1956 gjørdist skúlin eisini sjálvsognarstovnur. Í fyrsta stýrið í nýggja sjálvsognarstovninum vóru vald fimm umboð frá stovnaranum av skúlanum, Havnar Handverksmeistarafelag. Teir vóru Vilhelm Nielsen, formaður, Absalon Eysturoy, næstformaður, Niels Nielsen, Clæmint Dalgaard og Leif Mohr. Nýstovnaðar Handverkarafelagið varð umboðað av Helga Øster, J. P. Henriksen, býráðsformaður sat fyri býráðið, og ríkisumboðið valdi V. Harsberg, skrivstovustjóra sum sítt umboð. Skrivari hjá nevndini var skúlastjórin, Johan Ziska, sum var stjóri frá 1948 til 1973.

 

Og aftur í 1956 var á fyrsta sinni skipað fyri dagskúlaundirvísing, fyri at geva næmingum av bygd møguleikan at ganga á Tekniska Skúla. Um sama mundið byrjaði arbeiði við at miðsavna teknisku skúlarnar í landinum. Endin var at nøkur ár seinni var semja gjørd um at skúlarnir á Tvøroyri, í Vági, í Vestmanna og í Fuglafirði skuldu gamga saman í ein meginskúla í Havn. Skúlin í Klaksvík vildi ikki gerast partur av skúlasamtakinum og tí vóru tveir skúlar í Føroyum frá fyrst í sekstiárunum.

 

Hølini í Føroya Banka gjørdust so við og við ov smá og skúlin varð spjaddur runt í Havnini. Ein partur var Yviri við Strond, okkurt í Bøkjarabrekku, okkurt í Kongagøtu. Í 1980 flutti tó meginparturin av skúlans virksemi í nýggjar hallir í Smiðjugerði, sum Tórshavnar Býráð hevði latið byggjað, og har er skúlin enn.

 

Í dag eru umleið 500 næmingar knýttir at skúlanum og hvønn dag eru um 300 næmingar á skúlanum. Um 80 starvsfólk eru knýtt at skúlanum.

 

Í gjøgnum stóran part av nítiárunum lá næmingatalið millum um 100 næmingar. Í 1997 vóru 104 næmingar á skúlanum, men síðani tá er næmingatalið voksið støðugt. Góða gongdin miðskeiðis í farna ártíggju sást eisini aftur á skúlanum. Í 2008 fór næmingatalið upp á 263, úr 183 árið fyri.

 

Loysnin í Smiðjugerði skuldi vera ein fyribilsloysn, men byggingin av nýggjum depli í Marknagili hevur drigið út. Nú letur tó til, at broyting fer at koma í. Byggingin av Marknagilsdeplinum er komin í gongd og alt bendir á, at hetta er seinasti rundi føðingardagur skúlans.