Tekniskt brek og veðrið seinkar flogferðsluni

Í dag eru flogfør seinkað bæði til Føroya og úr Føroyum

Ólag er á flogferðsluni í dag og í hesum sambandi eru flogfør seinkað, bæði til Føroya og úr Føroyoum. Tað sigur Rasmus Niclasen ferðslusamskipari hjá Atlantsflogi.

 Orsøkin til seinkingarnar eru bæði tekniskt brek og veðrið.

 

Flúgvain, sum skuldi fara úr Keypmannahavn klokkan sjey í morgun, slapp ikki avstað av einum tekniskum breki. Brekið var ikki stórt, tí talan var bara um eina hydraulikslangu í sambandi við lastalúkuna sum fór, og sum tískil mátti skiftast.

Tað hevur seinkað flúgvaranum til nú og hann fer úr Keypmannahavn hvørja løtu.

 

Men hetta ávirkar so eisini tey, ið skuldu til Billund klokkan 11. 40 í morgun, tí nú fer tann flúgvarin ikki fyrrenn klokkan 15.15.

Og av tí sama fer flúgvarin, sum skuldi fara úr Billund til Vágar, klokkan 15,25, ikki fyrrenn 19.15, danska tíð.

 

Samstundis eru tey, sum skulu til Bergen klokkan 17.15 eisini seinkað, tí tann flúgvarin fer ikki fyrrenn klokkan 21 í kvøld. Og flúgvarin, sum skuldi koma aftur úr Bergen til Føroya, og sum skuldi fara klokkan 20.30, fer nú ikki fyrrenn á midnátt, norska tíð.

 

Men hetta eru ikki einastu seinkingarnar, sum eru í dag, tí flúgvarin, sum skuldi fara úr Keypmannahavn til Føroya klokkan nú 14.55 fer heldur ikki avstað til tíðina.

 

Rasmus Niclasen sigur, at hann er sunnan í ættini, og nakað av vindi, og tað er ring ætt at flúgva í við nógvum turbulensi í Vágum. Samstundis er sýnið ikki serliga gott heldur.

Men veðrið batnar út á dagin og tískil fer tann flúgvarin ikki fyrrenn klokkan 17. danska tíð.