Tekur tíð at vinna álit

Niels Olaf Eyvindsson sigur, at kundin sum heild hevur tikið væl ímóti Rema 1000 vørunum, men ásannar, at tað tekur tíð hjá kundanum at venja seg við nýggju vørurnar.

Í mars lat nýggjur handil upp í Hvalba, tó í hølunum hjá einum gomlum handli. Tað vóru barndómsvinirnir Niels Olaf Eyvindsson og Norðleif við Krógv og konan Jónhild, ið tóku yvir eftir systrarnar Elisabeth og Óluvu Hammer. Elisabeth og Óluva Hammer róku handilin fyri Nónsteins efterf. N. P, men valdu nú at geva stavin víðari til nýggj fólk. Handilin opnaði í 1951 og tær báðar vóru triðja ættarlið í handlinum.

 

- Vit høvdu gingið við eini ætlan um at byrja nýggjan handil í nøkur ár, men hugsaðu mest um at byggja nýtt. Hetta kom tó ongantíð upp á pláss, greiðir Niels Olaf Eyvindsson frá.

- Vit settu okkum so í samband við verandi eigarar, sum vístu seg at vera áhugaðir í at selja. Endin varð, at vit gjørdu eina avtalu um at yvirtaka handilin, og hava síðani bygt á herðarnar hjá teimum, sigur Niels Olaf Eyvindsson.

 

Niels Olaf Eyvindsson greiðir frá, at hann hevur havt egna fyritøku síðani 1999, meðan Norleif við Krógv hevur verið handilsmaður í bygdini fyrr.

 

Keyp-Inn er partur av handilsketuni Keyp, ið hevur fimm handlar um landið. Hinir handlarnir eru í Kollafirði, á Sandi, í Leirvík og á Strondum.

- Grundvørurnar í úrvalinum hjá okkum eru vørur frá Rema 1000. Hetta eru góðar vørur, ið altíð standa seg væl í mát við aðrar, meiri kendar vørur, í ymiskum brúkarakanningum. Góðskan á vørunum vísir seg at vera høg, sigur Niels Olaf Eyvindsson.

 

Hann sigur, at handilin hjá teimum er ein av hesum góðu, gomlu bygdahandlunum.

- Her fært tú alt millum himmal og jørð. Umframt matvørur, so hevur handilin eitt stórt úrval av tógvi og øðrum bindi- og seymitilfari, umframt at vit selja leikur og gávulutir.

 

Niels Olaf Eyvindsson sigur, at teir síggja bjart upp á framtíðina.

- Vit hava byrjað í tí smáa og so síggja vit, hvussu leikur fer. Vit hava einans havt handilin í nakrar mánaðir, so enn er ov tíðliga at meta um gongdina. Vit vita, at tað tekur tíð at vinna álitið hjá kundanum, serliga nú vit koma við nýggjum basisvørum. Kundin vísir seg tí at verða villigan at royna, og geva okkum afturmeldingar um, hvussu vørurnar roynast.

 

- Hetta var ein handil, sum ein fastur kundaskari varð knýttur at, og tey stuðla okkum enn. Tíbetur letur eisini til, at tað legst afturat við kundum, so vit eru við gott mót, sigur Niels Olaf Eyvindsson.