Poula Dulavík Berg vann herfyri størsta ítróttarsigurin í lívinum, tá ið hon saman við liðfeløgunum í StÍF vann føroyameistaraheitið í hondbólti. Hetta var fyrstu ferð nakrantíð, at StÍF vann FM-heitið í kvinnuhondbólti.
Tað valdaði euforiskur stemningur á Skála og Strondum, tá ið StÍF í fjórðu finaluni ímóti Neistanum tryggjaði sær FM-heitið við einum lemjandi 10-máls sigri.
– Vit vóru næstan ovfarnar av, at vit endaðu sum føroyameistarar. Árið byrjaði ikki so væl, men vit hava støðugt ment okkum gjøgnum kappingina, og vit hava dyst eftir dyst stríðst við einum smíli. Tað bar okkum allan vegin á toppin, sigur Poula Berg við Sosialin um vikuskiftið.
Hon er verulig stríðskvinna á vøllinum. Í verjuni tekur hon stórt tak, og í álopinum liggur hon støðugt upp á lúr á strikuni. Í finalunum skoraði hon 14 mál, og tað var hon, sum hetta tiltikna kvøldið í ítróttarhøllini á Skála tók ímóti FM-steypinum.
Poula Berg byrjaði at spæla hondbólt sum ung genta, men hon hevur á leiðini til fyrsta FM-heitið havt onkran langan steðg. Tá ið hon var niðri og las – og átti børn – spældi hon ikki hondbólt í sjey ár, men hon tørnaði til aftur, tá ið hon flutti heim aftur til Føroya.
– Eg plagi at skemta við, at eg spæli annaðhvørt ár og eigi børn annaðhvørt ár, sigur hon.
Poula og maðurin Arnhold eiga seks børn í aldrinum 1 til 13 ár, men tað ber til at spæla hondbólt kortini.
– Tá ið eg fari í høllina at venja, havi eg trý tey eldru børnini við mær, og Arnhold er heima hjá teimum yngru. StÍF er eitt gott felag fyri familjuna, og tað ber væl til at hava trý børn við til venjing, og so kunnu tey ganga og mæla rundan um okkum, sigur Poula.
– Bæði mín familja og verfamiljan eru sera góðir stuðlar, og ikki minst maðurin Arnhold, so tað ber til at fáa hetta at ganga upp. Eg haldi, at børnini eru glað og stolt av, at vit vunnu FM-heitið, og onkursvegna hildu tey, at tað var serliga stuttligt, at eg spældi við brotnari nøs seinastu dystirnar, sigur Poula Bereg við Sosialin.