Tekur væntandi atkvøðumetið

Fær væntandi fleiri atkvøður enn Bush, Reagen Romney, McCain og Dole.

Hann er helst tað mest umstrídda valevni hjá Republikanarunum nakrantíð, og millum toppfólkini innanhýsis í flokkinum hevur Donald Trump fáar stuðlar, men hóast harða mótstøðu, so gerst tað alsamt minni sannlíkt, at nakar megnar at steðga Donald Trump í at gerast forsetavalevni hjá republikanska flokkinum.


Kanska er tað ikki neyðugt, tí tá hugt verður eftir veljarum, so er umstrídda valevni í fer við at seta nýtt met.
Tá Donald Trump í gjár vann undanvalið í fimm statum, tryggjaði hann samstundis, at hann longu hevur fleiri atkvøður enn Mitt Romney, valevni í 2012, fekk í øllum valstríðnum.


Higartil hevur Donal Trump fingið 9,9 milliónir atkvøður, og er tað 100.000 atkvøður meira enn Mitt Romney fekk fyri fýra árum síðani.


Væntað verður, at Donald Trump yvirhálar atkvøðurnar hjá John McCain, valevni í 2008, tá undanval verður í Indiana í næstu viku, og sambært politisku tíðindamiðlinum Politico, so er líkt til, at hann megnar at seta nýtt met.


Metið eigur seinasti republikanski forsetin, George W. Bush, ið fekk 10,8 milliónir atkvøður í 2000. Sambært Politico er tað meira enn nakað annað valevni seinastu 36 árini, tá núverandi valskipan varð tikin í brúk.


Síðani tá hava einans átta valevnir fingið meira enn 7,5 milliónir atkvøður. Í 1980 fekk Ronald Reagen 7,7 milliónir atkvøður, í 1988 fekk George H. W. Bush 8,2 milliónir atkvøður og í 1992 fekk Bob Dole 8,4 milliónir atkvøður.