Teldunýtt

DVD-R skal avloysa CD-R


DVD-R

DVD-R skal avloysa CD-R, og fer at geva møguleika fyri at taka fleiri gigabyte upp á eina CD-líknandi plátu.

Eitt øki, har roknað verður við tí heilt stóra, er upptøka av video og ljóði hjá privatum brúkarum.

Verður video upptikið digitalt, gerst tað knappliga ógvuliga lætt at klippa til á einum vanligum pc.

Seinasta nýggja á DVD-R økinum er, at nú er viðtikið eitt nýtt stig, ið gevur rúmd fyri knøppum 4 gigabyte data á einum diski. Men longu nú eru fyritøkur aftan stigið, ið eru í ferð við at menna nýggjar støddir, ið geva enn meiri pláss.

Tað tykist vera rímiliga lætt at økja stigið, og lætt er at síggja, at tær disklastøðir, ið geva mest pláss, verða tær bíligastu at nýta. Tær verða eisini tær best umtóktu ­ serliga um tær passa saman við við hin stigini.


Diamantdiskar

Nýggjasta innan harðdiskar er eitt yvirflatulag av diamanti.

Ein nýggjur háttur, mentur á einum amerikanskum granskingarstovni ger tað møguligt at leggja eitt diamantlíknandi lag á diskyvirflaturnar. Hetta merkir, at yvirflatan nærum ikki kann slítast, so tað verður eftir øllum at døma slutt við sektorfeilum á harðdiskinum.

Ídnaðarlig framleiðsla av diamantdiskum verður tó neyvan sett í gongd fyrr enn um eini tvey ár.


Bíligari II¹arar

Teldur við nýggja Pentium II prosessorunum hjá Intel tykjast at gerast munandi bíligari.

Í løtuni dala prísirnir ógvusliga í USA, har tær fyrstu 300 MHz teldurnar fáast fyri umleið 18.000 kr.

Væntandi er, at Intel fer at lækka prísin munandi nú í november, so at prísirnir hava tíð at falla upp til jólasøluna.

Vanligi prísurin fyri eina kraftiga Pentium II væntast at fara at liggja um 15.000 krónur.