Teldusníkar leypa á Svøríki

Seinnapartin er í gongd eitt sera umfatandi álop á svenskar heimasíður, ið serliga fevnir um heimasíður hjá myndugleikum, almennum stovnum og sum heild síður, ið hava almennan áhuga og týdning.

Tað er teldusníkaharkaliðið, Anonymous, ið stendur fyri álopinum, ið higartil hevur rakt síður sum Sakerhetspolisen.se, Sweden.se og Riksbank.se, umframt at harkaliðið hevur hótt við at fara eftir enn fleiri síðum.

Ávarað verður í Svøríki ímóti, at roknast kann við nógvum tekniskum trupulleikum í allan dag, og líkt er til, at hóast álopið hevur steðgað fleiri síðum, eru hóttanirnar frá Anonymous tiknar í álvara, so summi hava fingið fyrireikað seg og eru ikki so hart rakt.

Samstundis er øgiligt virksemi á fleiri heimasíðum og Facebook-síðuni hjá Anonymous, sum í fleiri dagar hevur hótt við álopinum, ið skal vera tað størsta í Svøríki nakrantíð av hesum slag.

Álopið er hevnd fyri, at svenskir myndugleikar hava stongt fleiri heimasíður og tænastur, ið eru ólógligar, og eisini siga tey í Anonymous seg vera stuðlar hjá Wikileaks-stovnaranum, Julian Assange, sum í Svøríki er skuldsettur fyri tvær neyðtøkur.

Næstsíðsta vikuskifti í august blivu fleiri føroyskar heimasíður lagdar lamnar av einum teldusníki, ið segði seg umboða Anonymous, men seinni dró hann í land og bað føroyingar um umbering.