Seinasta útgávan av HÚK-skipanini er nú klár at heinta niður av netinum. HÚK-skipanini er ein GPS-plottari við streymkortum og fiskimiðum, ið er mentur og framleiddur í Føroyum.
Seinasta útgávan av skipanini Hent Útróðrar Kunning, stytt HÚK, er nú klár at heinta niður. Í hesari útgávuni eru ymsar ábøtur gjørdar, soleiðis at skipanin sum heild koyrir betri, umframt at fleiri hentleikar eru komnir við í skipanina.
Í skipanini eru eins og áður teldutøk streymkort, fiskimið, streymkurvar, umframt at skipanin kann nýtast sum plottari, um ein GPS-antenna verður sett til telduna. Eisini er ein meira umfatandi leiðbeining gjørd. Skipanini verður tøk ókeypis umvegis eina heimasíðu.
Eitt av endamálunum við HÚK er at varðveita ein part av gomlu útróðrarmentanina, sum fiskimiðini er. Í skipanini eru trý miðasøvn løgd inn. Harumframt er lagt upp til at brúkarin leggur egin mið inn í sítt eintak av skipanina, og um hann ynskir at deila miðini við onnur, kann tað gerast við einum klikki.
Tað er ein áhugabólkur við umboðum frá Fróðskaparsetrinum, Fiskirannsóknarstovuni, Tórshavnar Bátafelag og Formula, sum stendur fyri hugskot og menning av skipanini. KT-fyrtøkan Formula.fo hevur forritað og framt tøkniligu menningina. Fíggjarligur styrkur er veittur frá ymsum stuðlum.