Nú er ikki longur neyðugt, at finna góðu gomlu telefonbókina fram av niðastu hill undan tilboðsbløðunum frá Keypsamtøkuni og Samkeyp, um tú skalt finna eitt telefonnummar.
Telefonbókin er nú tøk á internetinum, og á www.nummar.fo ber framyvir til at leita í yvirlitunum yvir allar telefonfelagar í landinum.
Føroya Tele hevur saman við eini KT-fyritøku gjørt telefonbókina klára til internetið. Sagt verður, at telefonbókin er løgd á ein serliga stóran og orkufulla servara, so tað ikki gongur út yvir tænastuna, um tað verða nógv sum brúka hana.
Nýggir møguleikar
at leita
Fleiri møguleikar eru at leita eftir felagum. Tað ber til at leita eftir nøvnum, nummrum, økjum, pørtum av navni, gøtunavni ella yrkisslag. Hetta gevur nógv fleiri møguleikar, enn tað eru í at leita í brúnu telefonbókini.
Føroya Tele ætlar eisini, at telefonbókin skal verða á fløgu í seinnu hálvu av august, og tá verða eisini Gulu síðurnar, sum er yvirlit yvir føroyskar fyritøkur og stovnar, tøkar á internetinum.
Nýggja telefonbókin fyri ár 2000 kemur út í mars mánaða næsta ár, og seinasta freist fyri at fáa broytingar gjørdar í bókini er hálvan september.