Telefonupptøka var avgerandi prógvið

Filmsupptøkan hjá einum ungum dreingi var tað, sum sendi ein 21 ára gamlan mann í fongsul

 

Ein 21-ára gamal maður bleiv í dag dømdur seks mánaðar fongsulsrevsing fyri millum annað at hava stungið ein annan mann við knívi. Hann varð eisini dømdur fyri tvey innbrot og at koyra bil, hóast hann hevur mist koyrikortið.

 

Dómarin greiddi frá, at hon í stóran mun hevði bygt sína avgerð á eina filmsupptøku av hendingini, tá ungi maðurin í septembur í ár stakk ein annan mann í miðbýnum í Havn. Dreingirnir vóru komnir á løgreglustøðina dagin eftir hendingina.

 

Les eisini Seks mánaðir í fongsul fyri knívstungu

 

Linda Margrethe Hesselberg, varafúti, viðgekk eftir dómin, at tað hevði verið torført at fingið mannin dømdan, um ikki dreingirnir høvdu víst løgregluni filmin.

- Tað er kærkomið at fáa slíka hjálp frá borgarunum, sum í hesum førinum vóru ungir dreingir. Uttan teirra hjálp, hevði tað neyvan eydnast at fingið mannin dømdan, sigur hon.

 

Tað var undir fyrstu grundlógaravhoyringini, dagin eftir hendingina, at rættarfundurin brádliga bleiv avbrotin, tá ein løgreglumaður boðaði varafútanum frá, at dreingirnir vóru á løgreglustøðini við upptøkuni.

 

Rættarfundurin mátti tí niðurleggjast eina løtu, meðan løgreglan fekk høvi at hyggja betri at filminum. Samstundis mátti varafútin seta seg í samband við foreldrini hjá dreinginum, sum átti telefonina, fyri at boða frá, at hon fyribils legði hald á telefonina hjá dreinginum.

 

Filmsbrotið vísti seg so í síðsta enda at gerast avgerandi prógvið í málinum.

 

Maðurin verður verandi varðhaldsfongslaður inntil hann sleppur inn at sita dómin. Hann hevur longu verið varðhaldsfongslaður í nærum tveir mánaðir, og hevur sitið meginpartin av tíðini í Vestre fængsel. Hagar gongur leiðin væntandi aftur, nú hann er dømdur fyri knvívstunguna.