Tem Hansen til Lyngby

Christian Lamhauge Holst verður ikki longur einasti føroyingurin á liðnum hjá Lyngby. Lyngby, sum júst er flutt upp í Superliguna, tryggjaði sær í dag 23 ára gamla miðvallarleikaran Tem Hansen frá Fremad Amager, og í Lyngby eru tey væl nøgd við nýggja keypið.

 

- Tem Hansen er ein tekniskt dugnaligur miðvallarleikari í einum góðum aldri, og hann passar væl til okkara spælistíl, sigur ítróttarstjórin í Lyngby, Birger Jørgensen.