Tem kom á vøllin

Christian Lamhauge Holst var ikki við hjá Lyngby, sum um vikuskiftið vann sær eitt stig í botnstríðnum í superliguni. Lyngby hevði vitjan av FC Norsjælland, og einki mál kom í dystinum á Lyngby Stadion. Føroyski landsliðsspælarin Tem Hansen var á beinkinum hjá Lyngby, og hann varð settur inn í seinna hálvleiki.