Ráðið fyri Ferðslutrygd letur nú øll, sum hava áhuga fyri ferðslu og ferðslutryggleika, vita, at DR2 í annaðkvøld klokkan 20 hevur eitt temakvøld um ferðslu og ferðslutryggleika. Temakvøldið hevur fingið heitið "Kríggið um asfaltið".
- Tey, sum fara at hyggja at sendingini, koma eitt nú at síggja trý ferðandi greiða frá sínum koyristíli, tveir ferðslugranskarar - Mette Møller og Anette Jerup - fara at greiða frá um, hví vit uppføra okkum í ferðsluni, sum vit gera. Eisini verður farið á veiðiferð við vegsheriffinum, ferðsluløgregluni í Ringsted.
Lagt verður aftrat, at ein rekonstruktión verður av eini ferðsluvanlukku við bilaserfrøðinginum, Per Bo Hansen, frá DanCrash - og eisini verður ein søgulig tour de force gjøgnum ferðslutrygdarsøguna við Jesper Sølund frá Ráðnum fyri Sikker Trafik
Ráðið fyri Ferðslutrygd sigur, at tey, sum vilja vita meiri um sendingina, sum kemur á DR2 í annaðkvøld, kunnu fara inn á www.dr.dk/DR2/Temaaften/Udsendelser/lørdag/2011/06/Krigen_paa_asfalten.htm