Vit leggja tryggingar og eftirlønir frá okkum eina løtu og fara í staðin at leggja dent á sunnan lívsstíl og góða heilsu. Í hesum sambandi fara vit á rundferð í Føroyum og bjóða tær og tínum til eitt hugnakvøld við fyrilestrum, góðum tónleiki og sjálvandi einum góðum kaffimunni og køku.
Soleiðis sigur LÍV í tíðindaskrivi.
Tiltakið er ókeypis og eru øll vælkomin!
Her vera vit:
12. mai kl.18.00-20.00 Seglloftið Tvøroyri
13. mai kl.19.00-21.00 62N Airport Hotel Vágar
14. mai kl.19.00-21.00 Norðurlandahúsið Tórshavn
15. mai kl. 20.00-22.00 Depilin í Skálavík
Skráin:
19:00
Stjórin bjóðar vælkomin
19:10
trivnaður og lívsgóðska
Jóhannus á Rógvi Joensen fer at halda fyrilestur um lívsgóðsku. M.a. tosar hann um manglandi trivnað, vaksandi strongd og avleiðingar av hesum. Síðan kemur Jóhannus at geva okkum einføld amboð til at styrkja bæði kropp og sinn.
19:50
Steðgur
Í steðginum bjóða vit kaffi/te, køkur og frukt. Eyðun Nolsøe kemur at spæla nøkur løg fyri okkum.
20:10
Rørsla og motivatión
Magni Mohr fer at halda fyrilestur um rørslu sum heild. M.a greiðir hann frá kropsligari og sálarligari venjing, hvussu venjing ávirkar okkum og motivatión. Eisini kemur hann at greiða frá lívsstílbroytingum.
21:00
Endi
Her hava tit møguleika at práta við okkara tryggingarrágevar, og eisini at seta spurningar til eitt hvørt
Eitt sindur um Jóhannus á Rógvu Joensen:
Føddur í 1959 og er:Trivnaðarráðgevi, Roykisteðgráðgevi, Life- og Businesscoach, Stressviðgeri, Flenniinstruktør, Hypnotisør og Hypnoterapeut, TFT/EFT v.m.
Hann veitir m.a. tænastur ið virka fyri betri trivnaði, sálarligum arbeiðsumhvørvi og arbeiðsgleði.
Útbúgvingar:
Roykisteðg-instruktør:Roykisteðg fyri bólkar og einstaklingar.
Life-coach:Motivatión/kveiking, Nýggir/fleiri møguleikar, at seta og røkka málum og Sjálvsvirði.
Business-coach:Samstarv, Team-coaching, Team-building, Trætu(konflikt)-loysing og Energi-coaching.
Stressviðgeri:Strongd- handfaring og fyribyrging, og Bráfengis hjálp til Strongd.
Flenni-instruktør:Samansjóðing, undirhald.
Hypnotisør og Hypnoterapeut:Traumur, Blokkeringar, Óvanar, Yvirvekt, Sukurtrongd, Roykisteðg.
Tankefelt-terapeut, við yvirbygningi íKinesologi:Prestatiónsangist, Próvtøkuræðsla, Traumur, (PTSD) serligar royndur við krígsveteranum.
Supervisør:Supervisión (ein til ein og/ella kollegial)
Samansjóðing annars:Trummu-team-building, Sang-team-building, Sangur og rørslur, Samanspæl fyri øll, Spøl.
Guidaðar meditatiónir - mindfullnes
Eitt sindur um Magna Mohr:
Føddur i 1973 og er Ph.D í Human Fysiologi. Magni arbeiðir í løtuni sum granskari á “Center for Health and Human Performance” á universitetinum í Gøteborg. Magni hevur starvast sum granskari á univeritetinum í Keypmannahavn og Exeter í Onglandi i fleiri ár. Hann er fyrrverandi fótboltsleikari og hevur m.a. eisini arbeitt fyri nøkur av heimsins størstu fótboltsfeløgum (AC Juventus og Chelsea FC).
Magni hevur skrivað uml. 70 vísindaligar ítrottarfysiologiskar greinar og fýra bøkur. Magni hevur seinastu 15 árini hildið fyrilestrar á vísindaligum ráðstevnum kring allan heimin.