Tennisstjørnur eru ársins ítróttarfólk í heiminum

Serena Williams og Roger Federer eru av ítróttarheimspressuni vald at verða ársins ítróttarfólk í 2017

 

517 ítróttarmiðlafólk úr 112 londum hava valt ársins ítróttarfólk hjá kvinnum og monnum.

 

Tað talt var upp kundi staðfestast, at altjóða tennis vann ein stóran sigur, tí bæði ársins ítróttarfólk hjá kvinnum og monnum eru kendar tennisstjørnur.

 

Ársins ítróttarkvinna í heiminum er Serena Williams. Serena Williams fekk 13,99 prosent av atkvøðunum. Nummar tvey gjørdist ungarski svimjarin, Hosszu Kat­inka.

 

Ársins ítróttarmaður í heiminum er Roger Federer, sum fekk 19,94 prosent av atkvøðunum. Nummar tvey gjørdist Cristiano Ronaldo við 16,94 prosent av atkvøðunum. 

 

Sambært altjóða ítróttarmiðlafólkum eru hetta topp 10 ítróttarkvinnurnar í ár:

 

1 - Williams Serena - tennis 651 (13.99%)
2 - Hosszú Katinka - svimjing 631 (13.56%)
3 – Felix Allyson - frælsur ítróttur 495 (10.64%)

4 - Ledecky Katie - svimjing 442 (9.5%) 
5 - Muguruza Garbiñe - tennis 351 (7.54%)
6 - Shiffrin Mikaela - Alpin skíðing 303 (6.51%)
7 - Martens Lieke - fótbóltur 290 (6.23%)
8 - Sjostrom Sarah - svimjing 265 (5.7%)
9 - Thiam Nafissatou – 
frælsur ítróttur 258 (5.54%)

10 - Perkovic Sandra – frælsur ítróttur 214 (4.6%)

 

Sambært altjóða ítróttarmiðlafólkum eru hetta topp 10 ítróttarmennirnir í ár: 

 

1 – Federer Roger - tennis 928 (19.94%)
2 - Ronaldo Cristiano - fótbóltur 788 (16.94%)
3 - Messi Lionel - 
fótbóltur 530 (11.39%)

4 – Hamilton Lewis – formil 1 358 (7.69%) 
5 – Nadal Rafael - tennis 351 (7.54%)
6 – Farah Mo - frælsur ítróttur 337 (7.24%)
7 – Riner Tedy – judo 197 (4.23%)
8 – Hirscher Marcel – alpin skíðing 191 (4.1%)
9 – Durant Kevin - kurvabóltur 163 (3.5%)
10 - Da Silva Santos Júnior Neymar – 
fótbóltur 157 (3.37%)

 

Altjóða felagsskapurin fyri ítróttarmiðlafólk, AIPS hevur tó ikki heitt á nakran í Føroyum um at atkvøða. Umboð fyri Finnland, Ísland, Danmark, Svøríki og Noreg tóku lut í atkvøðugreiðsluni.