Terja Dalsgaard im memorian

Dátt við komu feigdarboðini, at mín góði gamli vinmaður Terji Dalsgaard, var smallin um og nú lá og bíðaði eftir at sleppa higani.

 

Havi kent Terja alt tað, eg kann minnast. Og tað var næstan ikki dagurin, at vit ikki samskiftu.

 

Og sum ein rættur Dalsgaardari kundi Terji vera bæði skemtingarsamur og argandi.

 

Terji var musikalskur, og á yngri árum spældu vit nógv saman til dans í dansistovunum runt um.

 

Seinni hevur Terji spælt guitar í samkomuhøpi, og í búnum árum setti hann sær fyri at læra seg at spæla orgul og hevur síðani loyst av í Kirkjuni heima á Sandi og í heimbygdini Skálavík.

 

Terji fór í bankalæru í Sjóvinnubankanum og hevði tann heiður at búgva hjá stórskaldinum Heðini Brú, sum eisini var ættaður úr Skálavík.

 

##med2##

 

Hesi seinastu mongu árini hevur Terji rikið sítt egna bókhaldsvirki. Hann stovnaði eisini Sandoyarportalin, sum var nógv lisin í lokalsamfelagnum.

 

Eisini høvdu vit yrkisligar ætlanir, sum nú fóru í grøvina við Terja.

 

Við hesum fáu orðum vil eg lýsa frið yvir minnið um Terja, við djúpastu samkenslu til tykkum sum eftir sita. Guðruna og Sonju á Sandi, og Sonju, Axel og Erlu.

 

Tíbetur kenna vit ikki tíman og staðið.

 

 

 

Jákup Fróði Djurhuus