Síðani hann var 14 ára gamal, hevur Terji Rasmussen verið við til at geva tónleik út.
Hann er ein poppari við stóra P, kendur av nærum hvørjum mansbarni, og hevur við síni serstøku rødd givið nógvum kendum sangum sítt egna lív.
Seinastu árini hevur nú 32-ára gamli Terji Rasmussen drivið á sum forsangari í Moirae, men einaferð gjørdist tað bara ov nógv, og hann noyddist at steðga í eina tíð.
Nú syngur Moirae síðsta vers, og tá Terji flytir til Danmarkar í august mánaði, er fremsti rockbólkurin í landium í løtuni farin í søguna. Onnur mál skulu náast.
Men alt hevur sína byrjan, og Terji var ein av teimum, sum tíðliga fekk smakkin fyri tónleiki.
? Tá eg var 9 ára gamal kom ein maður í mítt lív. Hann kom dragsandi við einum stórum bassannleggi og ymiskum, sum eg ikki hevði sæð áður. Tað var maðurin hjá mammu míni. Eg hevði stóran áhuga fyri útgerðini hjá honum, og spurdi hann, um hann ikki kundi læra meg at spæla eitt sindur uppá gittar. Tað vildi hann gjarna.
? Men áhugin fyri tónleikinum gekk yvir, og ikki fyrrenn eg varð 12 ára gamal kom hann rættiliga afturíaftur. Tá spældi eg eitt sindur gittar, men hevði betri hug til trummurnar, og fekk eitt trummusett. Eg lurtaði nógv eftir The Who og líknandi tónleiki, og í íbúðini hjá okkum á Reyni spældi eg trummur, og mamma mín var við at ganga av verðini.
Áhugin fyri tónleikin bara vaks. Hann spældi í onkrum bólki, og tá Rock Boys skiftu navn til Funkies kom meira ferð á, og saman við teimum var Terji fyri fyrstu ferð at hoyra á eini singleplátu. Hendan plátan kom í 1981, tá teir í bólkinum vóru um 14 ár, og í 1983 kom ein singlepláta afturat frá teimum. Á fyrru plátuni spældi Terji gittar og sang kór, og á tí seinnu sang hann bar kór.
Men Terji varð noyddur fram at mikrofonini, tá sangarin í Funkies fór til skips. Bólkurin hevði keypt sær útgerð og skyldaði pengar. Tí vórðu teir noyddir at spæla, og Terji mátti syngja. Tað gjørdi hann til bólkurin fór í søguni, og Terji sjálvur fór við í bólkin Hamrar eitt skifti.
Eyðun Nolsøe hevði
tveir spurningar
Í 1983 fór Terji, sum tá varð vorðin 17-ára gamal, til Danmarkar á skúla. Hann tók 10. flokk á eftirskúla, og har hevði hann tónleik sum serliga lærugrein.
Hann hevði tvær aðrar lærugeinar, enskt og rokning, og skipanin á skúlanum var soleiðis, at næmingarnir høvdu eina lærugrein í eina heila viku í senn. Tað gjørdi, at tá hini fjórðu hvørja høvdu týskt, hevði hann frí, og tá fór øll tíðin til tónleik.
? Eg sat í studionum á skúlanum alla, alla tíðina, og gjørdi eina rúgvu av upptøkunum. Teir flestu sangirnir, sum komu við á plátuna hjá Føstufressum í 1990, vóru í roynd og veru gjørdir har á skúlanum í ?83 og ?84 tá eg var 17 ára gamal, greiður Terji frá.
? Eg gjørdi øll løgini tá, men helt meg ikki til at gera tekstir. Eg dugi ikki at gera tekstir. Eg fái teir ikki at rigga, teir ljóða banalir og býttir. So til flestu av teimum sangunum vóru tekstirnir gjørdir fleiri ár seinni av eitt nú Anker Eli Petersen og Steintór Rasmussen.
Tá Terji kom aftur til Føroya á summri í 1984, spældi hann aftur eitt stutt skifti í Harmrar. Terji manglaði okkurt at búgva í, og tá kom hann í samband við ein persón, sum hann síðani hevur havt nógv við at gera.
? Eg møtti Eyðun Nolsøe inni á Kondittarínum. Eg kendi hann slettis ikki tá, men fór yvir til hann og segði við hann: Ja, tú eg havi hoyrt tú býrt í einum heilum húsum í Dr. Jacobsensgøtu, kann eg ikki leiga mær eitt kamar frá tær.
? Hann spurdi meg um eg dugdi at telva, og eg segði, at eg dugdi mannagongdina. Dugir tú at spæla gittar, spurdi hann so, og eg segði ja, eitt sindur. Nå, men so var í lagi, eg kundi fáa eitt kamar. Og vit blivu so ótrúliga væl, og tað kom nógv burtur úr av tónleiki.
Eyðun bankaði altíð Terja í talvi, og ikki fyrr enn fyri trimum mánaðum síðani vann Terji sítt fyrsta talv ímóti honum.
? Men soleiðis er við Eyðun, hann hevur altíð betri enn eg. Hann dugir nógv betri at spæla akkustiskan gittar enn eg, hann hevur betri teknikk, hann er betri fyri í tónleikateori, og hann velir ofta tær løttu loysnirnar, tá hann komponerar. Løgini hjá honum ljóða so uppløgd, uttan at tað líkist nøkrum øðrum, rósar Terji sínum góða vini.
Kravdi at hann
skuldi syngja Eros
Um tað mundi var Terji ikki við í nøkrum bólki. Hann spældi nógv sjálvur og saman við Eyðun. Og tá Eyðun í 1986 fór at gera Frændur 2, endaði tað við, at Terji eisini kom við.
? Móti endanum av upptøkunum til plátuna, fóru teir at tosa um, at teir skuldu hava Eros við. Eg hevði gjørt lagið og Steintór orðini. Men eg segði við teir, at skuldu teir hava hann við, skuldi eg syngja og eingin annar. Eg var sannførdur um, at sangurin fór at blíva eitt hitt, og at hann fór at varða. Og eg slapp at syngja, og tað eri eg glaður fyri, tí tað er kanska besti sangurin, eg havi gjørt, sjálvt um hann er einfaldur og banalur, heldur Terji.
Terji sang við á tveimum øðrum sangum á Frændur 2, og hann var eisini við tá Frændur gjørdi sína triðju ? og kanska bestu ? plátu, 80?ini. Leikluturin hjá honum var ikki so stórur, sum hann gjarna vildi, og tí bíðaðu nógvir sangir eftir sínum møguleika.
? Í Frændur slapp eg ikki at brúka løgini hjá mær, tí teir tríggir í Frændum gjørdu sjálvir allar sangirnar. Og eg hevði eina rúgvu av sangum, sum eg vildi út við. Eg fór tí at spæla saman við teimum í Plúmm, sum vóru framúr tónleikarar og væl samanspældir. Og í 1989 segði eg við teir: Nú skal tað for tramin verða. Vit gera eina plátu.
Terji og Føstufressarnir vandu í vikuvís, vóru í studio í tríggjar vikur, har alt varð upptikið, og brúktu so eina viku til at ljóðblanda. Og í 1990 kom so plátan, sum telist millum tær bestu, sum nakrantíð eru gjørdar av føroyskum tónleikarum.
? Plátan kostaði eina øðiliga rúgvu. Eg betalti alt sjálvur, studio og tónleikarar, og tað bløði eg fyri enn. Men alt eydnaðist til fulnar, upptøkurnar, og tær útseldu konsertirnar, sum vit høvdu í Norðurlandahúsinum aftaná. Tað var ein dreymur, sum varð realiseraður.
Einki skil á í eina tíð
Í 1991 fór Terji Rasmussen inn í ein rótutan part av sínum lívi, og næstu árini hendi ikki so nógv á tónleikaliga økinum.
? Eg fór í holt við eina útbúgving, sat heima og gjørdi løg, læs og drakk. Tað var faktiskt einki skil í lívinum hjá mær tá. Eg spældi í Kagganum og Mimir og royndi at sutta uppá navnið Føstufressar, og so var tað bara eg sum spældi og eingin annar. Tað var bara nakað bíligt nakað. Fjas.
? Vit spældu onkuntíð í høll, og eg hevði ringa samvitsku, tí vit vandu ongantíð, og eg var illa fyri. Nei, nei tað var ikki ein góð tíð. Kanska var hon góð á tann hátt, at eg gjørdi nógv løg og hevði eitt heimastudio og fekk nógv burtur har.
Í 1994 var var Terji í Svøríki í eitt hálvt ár. Ferðin var komin í lag gjøgnum útbúgvingina, hann tók, og hon gjørdi undurverk. Terji búði í einum skógi, og har skrivaði hann nógv løg, sum seinnu komu við á fløgurnar hjá Moirae, millum annað Eg flýggi til tónleikin, Tú og Hvussu kann eg vita.
? Eg fekk nógv burtur úr yviri í Svøríki. Eg kom líkasum upp undan. Tá tú alla tíðina koyrir í einum resi, gloymir tú at hyggja í speglið við hvørt og finna út av hvør tú ert og hvat tú gert. Áðrenn eg fór til Svøríkis, føldi eg tað, sum um eg var við at koyra av sporinum. Í Svøríki búði eg púra einsamallur og hevði nógva tíð til at hugsa. Eg fekk nógv burtur úr, bæði persónliga og í tónleiki.
Tá Terji kom aftur til landið var eldur í honum, og hann hevði hug at leggja til brots við tónleiki aftur. Moirae var byrjað at spæla tá, og fyri Terja var tað heppið, at sangarin í bólkinum, Edmund Jacobsen, flutti til Danmarkar, og tí manglaðu teir ein frontfigur.
? Í fyrstuni helt eg, at Moirae var ikki rættiliga tað, sum eg hugsaði um. Eg hevði hugsað um onkrar aðrar tónleikarar, men ofta endar tað bara soleiðis. Vit spældu ymsastaðni, og eg fekk eitt sindur av pengum burtur úr til seinasta partin av míni útbúgving.
Moirae fer í søguna
Í 1995 varð fyri fyrstu ferð skipað fyri Prix Føroyar tónleikakappingini, og tað var ein gularót hjá Moirae.
? Fyrr ella seinni hevur tú roynt alt, sum er at royna í Føroyum, og tí er tað gott við ein slíkum nýggjum tiltaki. Tað er torført at halda seg á toppinum og altíð fornýggja seg, tá tú hevur spælt í hvørjum króki í landinum, og tað eru tey somu tiltøkini, tú kemur aftur til. Tí tosaði eg nógv fyri at vit skuldu við í Prix Føroyar, tað var nakað nýtt og spennandi.
Moirae gjørdu nógv burtur úr kappingini, teir fóru ígjøgnum allar sangirnar, teir høvdu liggjandi, vóru á venjingarlegu á Skælingi, og endin var eisini, at teir vunnu kappingina. Tað hevði við sær, at teir skuldu til Finlands at spæla, og tá skuldu teir spæla egið tilfar í ein tíma, og tað gjørdi aftur, at teir funnu nýggjar sangir fram.
? Tá vit komu aftur, var tað so sjálvsagt, at vit fóru at gera ein fløgu, tí vit høvdu spælt so nógv løg hjá okkum sjálvum. So hugsaði eg, at nú var tað liðugt. Men eg hevði bara trý løg við á fløguni, og eg hevði eina rúgvu liggjandi, at einaferð segði eg við hinar í bólkinum: Antin gera vit eina fløgu afturat, ella finni eg onkrar aðrar tónleikarar at gera ein fløgu saman við.
Teir í Moirae vóru við uppá tað, og seinna fløgan hjá Moirae kom fyri tveimum mánaðum síðani. Fløgan verður seinasta verkið hjá vælumtókta rockbólkinum, tí tá juli mánaði er av, fer bólkurin í søguna.
? Nú avvikla vit Moirae, vit gevast fullkomiliga at spæla undir navninum. Einki við eini konsert á jólum og eini næsta summar. Moirae er yvirstaðið aftaná hendan mánaðin, og vit fara allir í gongd við ymiskt annað, sigur Terji Rasmussen.
Orsøkirnar til avgerðina eru fleiri. Millum annað, at Kim Hansen fær ikki tað plássið í Moirae, sum hansara talent hevði uppiborið.
? Kim er eisini ein frontfigurur, og tað er ikki pláss fyri okkum báðum í einum bólki. Soleiðis er tað bara, og tí er tað gott, at Kim fær møguleikan at spæla saman við øðrum tónleikarum nú og menna seg enn meira, heldur Terji.
? Vit eru ikki keddir av at skula gevast við Moirae, tí vit hava allir ovmikið at takast við. Vit staðfesta heldur, at frá 1994 til 1998 var tað Moirae, sum vit løgdu okkara orku í. Vit fingu tvær fløgur burtur úr, og tað er fínt. Nú er bólkurin steðgaður með alla, og vit fara víðari.
? Vit hava í eitt hálvt ár vitað, at tað fór at verða liðugt, og tí hava vit allir aðrar ætlanir nú. Vit gleða okkum til at fáa hetta yvirstaðið og byrja við onkrum nýggjum.
Vit eru bara amatørar
Nýggja fløgan hjá Moirae er meiri gjøgnumførd enn tann fyrra, tá løgini vóru fjølbroytt og ljóðið ymiskt. Hesaferð vóru teir í Moirae samdir um at gera eina melodiøsa rockfløgu. Á fyrru fløguni var eingin gjøgnumførdur stílur, og onkur plagar at taka til, at fløgan var skizofren, og at tað næstan ljóðaði sum tríggir ymiskir bólkar.
Nýggja fløgan Moirae er tann seinasta í eini langari røð hjá Terja Rasmussen. Han hevur royndir við at arbeiða í studio síðani hann var 14 ára gamal, men hann heldur seg ikki hava lært nóg mikið av tí.
? Vit blíva við at gera somu mistøkini, og í nógvar mátar eru vit alt ov nógv amatørar. Vit eru ikki nóg væl fyrireikaðir, tá vit fara í studio, sjálvt um vit halda at vit eru. Vit finna ein teknikkara og fara so í holt við at taka upp, tað er eingin producari við.
? Eg føli, at eg eri komin alt ov stutt og havi lært ov lítið, tá eg hugsi um hvussu nógv og hvussu leingi eg havi verið í studio. Alt ov stutt. Sjálvandi hevur tað nakað at gera við tað, at vit skulu altíð arbeiða við síðuna og brúka ikki alla tíðina til tónleikin. Vit eru bara amatørar, tað er einki at gera við tað, men tað er bara so irriterandi.
Sjálvt um Terji er sjálvkritiskur, gekk arbeiðið við nýggju Moirae fløguni sum smurt.
? Tá vit fóru í holt við fløguna, løgdu vit eina tíðarætlan. Vit settu dato á nær upptøkurnar skuldu verða lidnar, nær vit skuldu ljóðblanda og nær fløgan skuldi koma út. Og hetta er fyrstu ferð, har eg havi verið við, at tónleikararnir hava hildið allar tíðarætlaninar. Sjálv framleiðslan av fløguni varð seinkað í tvær vikur, men tað høvdu vit onga ávirkan á.
Mátti steðgað
við tónleikinum
Í kvøld spælir Moirae í ítróttarhøllini á Kambsdali, og tað er nakað, sum Terji hevur gjørt nógv av. Bólkarnir, hann hevur verið við í, hava verið kendir og umbidnir til stóru tiltøkini, sum oftast fara fram í ítróttarhøllum, men tað er Terji við at verða troyttur av.
? Ofta ljóðar tað illa, fólkini eru full, og tað eru tey somu, og ofta spæla vit í fýra tímar. Tá eg fortelji tað fyri útlendskum tónleikarum, so trúgva teir tí slettis ikki. Teir spæla í mesta lagi tríggjar ferðir trý korter. Danir hildu tað verða ótrúligt, at Elton John spældi í tríggjar tímar út í eitt, tá hann var í Danmark herfyri, men tað er einki afturímóti í Føroyum. Eg havi spælt í fýra tímar og meira alt mítt lív.
? Eg kann eisini fáa ringan smakk í munnin, tá eg síggi øll tey ungu fólkini, sum koma til konsertirnar hjá okkum, og sum eru full. Tey hava altíð verið ung, tað er ikki tað, men eg kann fáa ringa samvitsku av at síggja hvussu lívið er av teimum. Mær dámar ikki at spæla í høllunum, eg vil heldur spæla á teimum smærru støðunum.
Fyri tveimum árum síðani gjørdist tað heila bara ov nógv hjá Terja, og hann noyddist at halda steðg frá tónleikinum.
? Vit spældu so nógv, at til endans kláraði eg ikki at fylgja við. Eg arbeiddi allan dagin og spældi alla tíðina í langa tíð. Tað var ferð á alla somlu tíðina, tað ljóðaði ofta illa, eg sang falskt, og so bleiv tað bara ov nógv.
? Eg var illa fyri sálarliga, mátti bara steðga, sæt og tútbrølaði, nakað sum eg ongantíð áður havi gjørt. Men eftir einar tveir mánaðir kom eg fyri meg aftur, og nú føli eg meg rættiliga á toppinum, beint í øvugtari støðu. Mangli kanska eitt sindur av konditión, men havi rættiliga hug til at spæla og syngja.
Meira enn eitt nummar
Tað er eingin vandi fyri, at Terji Rasmussen leggur tónleikin á hillina, nú hann flytir til Danmark í eina tíð.
? Men eg ætli mær ikki at spæla fyri føroyingum niðri. Eg havi longu fingið tríggjar fyrispurningar, men havi sagt nei til teir allar. Tað er absolut eingin kjansur fyri, at eg fari at spæla fyri føroyingum í Gimle. Skal eg spæla, skal tað verða á donskum barrum, og harvið koma eitt fet víðari. Verður møguleiki ikki fyri tí, fari eg at sita heima og komponera og hugsa um at geva onkra fløgu út, sigur hann.
? Eg klári ikki at gevast við tónleiki, tí tá tú fyrst ert byrjaður, kanst tú ikki lata verða. Gongur tað eitt hálvt ár, har eg ikki veit hvat skal henda, havi eg ikki frið á mær. Tað hevur nakað at gera við staðfesting av sær sjálvum og egoisma, soleiðis er tað bara. Egoisman drívur verkið.
Men umframt ætlanir við tónleiki, ætlar Terji sær at arbeiða í Danmark, hann sigur seg verða noyddan til at hava eina fasta inntøku.
? Um tað ikki var neyðugt, so hevði eg ikki arbeitt, tí eg keði meg aldrin. Fólk sum keða seg, skulu taka seg saman, tað eru tey, sum doyggja ung. Onkur hevur sagt við meg, at eg livi leingi, tí eg havi altíð so nógvar planir, sum skulu náast. Men eg veit ikki hvussu tað verður, tí eg royki so illa.
Men uttan mun til um Terji verður 100 ella ikki, verður tað sum tónleikari hann doyr. Hann hevur spælt alt sítt lív, og ætlar sær ikki at gevast.
Hann hevur longu nú lagt nógv eftir seg, og hann er langt síðani vorðin meira enn bert eitt nummar!