-Vit eru ovfarnir av móttøkuni, sum Terji & Føstufressar 2 hevur fingið, sigur Terji Rasmussen, sum í apríl ætlar at geva okkurt aftur til føroyingar. 8. Apríl verður ein serstøk konsert á skránni í Norðurlandahúsinum, sum ikki bert bjóðar tónleik. Terji & Føstufressar bjóða nevniliga til konsert við gomlum, nýggjum og ókendum sangum.
-Fólk kunnu vænta sær eina heildaruppliving bæði fyri eygu og oyru. Eitt væl trimmað orkestur við nógvum tekniskum, ja, nærmast reyputum finessum. Eitt ljós inferno av eini aðrari verð í einum Anker Eli Petersen universi. Og Rúna á Heygum trínur sjálvandi á pall, at syngja um Hákunardrongin, greiður Terji Rasmussen frá.
Umframt gomlu slagararnir og nýggjastu løgini, verður eisini høvi at hoyra okkurt heilt nýtt frá Terja og & Føstufressum.
-Í øllum førum ein nýggjur sangur verður spældur, sum er skrivaður til høvið. Eisini verður instrumentalur progressivur rokkur á skránni, sigur Terji Rasmussen.
Konsertin verður 8. apríl í Norðurlandahúsinum.