Strandferðslan hevur nú veruliga gjørt nakað fyri at nøkta flutningstørvin millum Havnina og Nólsoy á Ovastevnu: Fyri at nøkta tørvin fer Ternan at sigla fyri Rituna
Talið á vitjandi á Ovastevnu er vaksið alsamt seinastu árini. Í fjør flutti Ritan yvir 1.600 fólk út til Nólsoyar, harav 1.200 fólk leygardagin. Ritan sigldi fullsett allan leygardagin, og stóð tað á hjá fólki at sleppa við.
Fyri at veita eina betri tænastu í ár er avgjørt, at Tern-an skal sigla fyri Rituna leygardagin. Ternan tekur 319 ferðafólk, meðan Ritan tekur 125 ferðafólk. Ternan siglir fyrsta túrin kl. 16 og siglir síðani annan hvønn tíma. Vísir tað seg at verða tørvur er á tí, siglir Ternan hvønn heilan tíma. Seinasti túrur hjá Ternuni úr Nólsoy er kl. 4:25 sunnumorgun. Síðani siglir Ritan aftur kl. 10 úr Havn.
Ferðaseðlar verða bert seldir við fráferð úr Havn. Kostnaðurin er 70 kr. fyri ferð aftur og fram.
Ferðaætlanin á Ovastevnu er at finna heimasíðuna hjá SL www.ssl.fo.