Stórin á Strandferðsluni, Hilmar Eliasen, sigur seg væl skilja, at kalsoyingar harmast um at skula taka til takkar við Jósupi tað mesta av tíðini í sjey vikur.
Men hann sigur hetta ikki vera øðrvísi, enn vanligt er at gera, tá strandfaraskipið á eini farleið verður tikið úr sigling, tí tað skal á beding ella í dokk. So vítt gjørligt verður roynt ikki at órógva hinar ruturnar ov nógv, og tí verða avloysaraskip sett inn á tær ruturnar, sum missa síni skip.
- Tað er ikki stórur á ferðafólkatølunum á Nólsoyarleiðini og Kalsoyarleiðini og í mars í fjør vóru fleiri ferðafólk á Nólsoyarleiðini, sigur Hilmar Eliasen, sum tí heldur tað ikki verða rættvíst, at taka Ternuna frá nólsoyingum.
Hilmar Eliasen ásannar tó, at tað er ein avbjóðing hjá kalsoyingum, sum í størri mun eru tengdir at bilinum enn nólsoyingar, men í hesum føri verður loysnin at samskipa koyringina hjá Bygdaleiðum í samband við túrarnar.
- Strandferðslan hevur ikki annan kapasitet enn vit hava, og tí royna vit eftir førimuni at seta skip inn, har sum tey gera minst ónáðir, meðan skipini eru í dokk, sigur hann. Besta varandi loysnin vildi verið, um Strandferðslan hevði eitt eyka skip at seta inn líkt hinum, so ikki var neyðugt at leiga onnur skip.