Ternan kom aftur í sigling í morgun

Spógvin og Sildberin hava í tvær vikur røktað leiðina til Nólsoyar

Ternan er nú aftur í sigling um Nólsoyarfjørð, eftir at hava verið á beding í tveir vikur.

Spógvin og Sildberin hava røktað nólsoyarleiðina, meðan Ternan var á beding, og tað hevur gingið væl, sigur Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari í SSL.

 - Har eru ofta nógv ferðafólk, ið skulu við túrinum á middegi, og har var onkur einkultur dagur, har eini fimm fólk máttu bíða eftir næsta túrinum, men annars hevur gingið væl, sigur hann. 

Terji Rasmussen, ið rekur vertshúsið Maggie's í Nólsoy, var í gjár á FM1 og greiddi frá, at hann varð noyddur at lata aftur í gjár, tí at hann hevði onga vøru at selja. Orsøkin var, segði hann, at farmaflutningurin hevði ikki verið, sum hann skuldi, og hann hevði ikki fingið vøru.

Men Jóhan Petur Abrahamsen sigur, at farmaflutningurin hevur gingið væl, og einki lá eftir í Havn í gjár.

Eftir ætlan skuldi Sam sigla til Nólsoyar í gjár, men av tí at Ternan kom í sigling aftur í morgun, varð avgerð tikin um, at Sam skuldi ikki koma suður.