Enska fótbóltssambandið FA hevur gjørt av at ákæra Chelsea-verjuspælaran John Terry fyri rasismu, sjálvt um hann bleiv fríkendur í rættinum fyri somu ákæru fyrr í mánaðinum.
Málið snýr seg um, at John Terry skal hava brúkt rasistiskar vendingar ímóti tí litta Queens Park Rangers-verjuspælaranum Anton Ferdinand í einum Premier League-dysti í oktober í fjør.
Fótbóltssambandið hevur kannað próvtilfarið frá rættarmálinum fyrr í mánaðinum og hevur síðani gjørt av at ákæra John Terry. Chelsea-spælarin hevur freist til tann 3. august at svara ákærunum.
Ákæran ávirkar ikki møguleikarnar hjá John Terry at spæla á enska landsliðnum, skrivar tíðindastovan AP úr London.