Tey avdúka sosialt bedragarí

Tað eru ikki øll, sum fáa almennar veitingar, ið eiga henda rættin. Í fjør fingu fólk í Sønderborg kommunu heilar 13,3 miljónir krónur meira, enn tey áttu at fingið.

 

Tað loysir seg væl hjá Sønderborg kommunu í Danmark at hava fýra fólk í starvi, sum royna at avdúka sosialt bedragarí, sum tað verður rópt. Bara í 2020 avdúkaðu hesi fólk eitt samlað bedragarí á heilar 13,3 miljónir krónur. 

"Bedragerigruppen" verða hesi fýra fólkini rópt, og tey starvast fyri kommununa í royndini av avdúka, um fólk, sum eitt nú fáa veitingar og tænastur, eru erlig. 

Í 2019 var talan um stuldur fyri 12,6 miljónir krónur, og í 2018 var talan um 8,3 miljónir krónur, sum vórðu goldnar úr kommunu-og ríkiskassa av órøttum.

Uppgávan hjá nevndu fýra fólkum er at kanna eftir um borgarar, sum fáa veitingar, hava rætt til tað tey fáa. Tað er danska heimasíðan - www.jv.dk - sum umrøður eina ársfrágreiðing, sum sonevndi bedragaríbólkurin skrivar á hvørjum ári. 

- Hetta er eitt týdningarmikið arbeiði, og tað ræður alla tíðina um, at stuldurin av almennum pengum verður minst møguligur. Tað er ógvuliga týdningarmikið, at veitingar, sum fólk ikki hava rætt til, verða steðgaðar, sigur umboð fyri Sønderborg kommunu.

Meira um hetta mál kann lesast á heimasíðuni hjá Jydske Vestkysten.

##med2##