Í kvøld heiðrar Miðlahúsið tey bestu í farna kappingarári í fótbólti.
Tað eru liðformenn, venjarar og ítróttartíðindafólk, sum hava atkvøtt millum tey tilnevndu í teimum ymsu bólkunum, og í kvøld verða vinnararnir kosnir og heiðraðir.
Tey, sum skulu kjósast, eru: Ársins spælari, ársins stjørnuskot, ársins málverji, ársins verjuspælari, ársins miðvallarspælari, ársins álopsspælari, ársins dómari, ársins venjari og ársins toppskjútti hjá bæði monnum og kvinnum. Harafturat verður eisini ein Fair Play heiðursløn latin, og ársins lið skulu eisini mannast.
Tiltakið verður á Hvonn í kvøld kl. 20.00 og Rás2 sendir beinleiðis frá tiltakinum.
Mynd: Lukasz Cieslewicz, B36, og Rannvá B. Andreasen, KÍ, blivu kosin sum ársins leikarar í fjør.