Tey drepa Havnina

Hetta er heilt burturvið og rætt og slætt møsn, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn


Tað er heilt burturvið at tosa um at gera eina stóra havn inni á Sundi.

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, vísir púra avgjørdur uppskotinum frá Tjóðveldi frá sær um at kanna møguleikarnar fyri at gera eina stóra Havn inni á Sundi, heldur enn at byggja Tórshavnar Havn út.

Hann sigur, at Havnin á Sundi er ikki annað enn ein ”fantasihavn”

 

Í hesum fantasiprosjektinum ber alt til, hóast dýpið er upp til 50 - 60 metrar, og ringasta súg í landinum, sigur Heðin Mortensen.

 

- At onki uppland heldur er, tykist ikki at forða Tjóðveldi at byggja altjóða havn á Sundi, ið verður dupult so stór sum ætlaða útbyggingin í Havn.

 

Eftir at útbyggingin hjá Tjóðveldi er liðug skal Tórshavnar havn liva av ferðavinnu. Høvuðsgrundgevingin fyri havn á Sundi tykist vera, at tað er so skjótt oman til Havnar, og at Havnin sleppir undan farmaferðsluni.

 

- Hetta er einastandandi logikkur, tí eini 85 prosent av allari vøru skal kortini sum farmur oman til Havnar, sigur Heðin Mortensen heldur speiskliga.

- Sostatt verður ferðslan helst størri og verri enn nakrantíð.

 

- Hetta uppskot hevur onki endamál enn at skapa rumbul, sum bara kann føra til, at einki hendir, sigur borgarstjórin.

 

Les eisini: Vil kanna bingjuhavn á Sundi

 

- Í hesum uppskotinum er als ikki lagt upp fyri, at skal góðshavnin flyta niðan á Sund, mugu eini 500 - 700 arbeiðspláss flytast, umframt eitt ótal av fyritøkum og amboðum.

 

Les eisini: Tjóðveldi vil byggja fantasihavn úr skervi og dusti

 

- At fyrigykla fólki, at hetta er ein bílig og heppin loysn,  er fullkomiliga burturvið. Og at fyrigykla fólki, at hetta fer at minka um ferðsluna oman til Havnar, er rætt og slætt møsn, sigur Heðin Mortensen.