Leygardagin 21.september varð Altjóða Alzheimerdagurin hildin kring allan heim. Í Føroyum varð dagurin hildin við pallborðsfundi í Studentaskúlanum í Hoydølum, sum Alzheimerfelagið skipaði fyri.
- Okkara fremsta uppgáva er at upplýsa um Alzheimersjúkuna, bæði fyri myndugleikunum, og fyri avvarandi hjá teimum, sum hava sjúkuna, greiðir Sigrún Mohr, forkvinna í Alzheimerfelagnum frá. Felagið, sum er eitt felag fyri avvarandi hjá fólki við hesi sjúku, varð stovnað 9.september í fjør, og hevur sostætt bara eitt ár á baki. Felagið hevur í dag 200 limir.
Sigrún Mohr metir, at Alzheimersjúkan er ein stórur trupulleiki í samfelagnum, tí her er talan um fólk, sum hava ein serligan tørv á hjálp.
- Fólk við Alzheimersjúkuni hava lætt við at gloyma, og sum frálíður broytist eisini persónligheitin, summi gerast kanska aggressiv, greiðir hon frá. Ofta kann vera trupult at fáa staðfest sjúkuna, og fólk kunnu ganga í fleiri ár við sjúkuni, uttan at hon verður staðfest. Eyðkent fyri fólk við Alzheimersjúkuni er, at tey duga væl at goyma, at tey byrja at gloyma, og eisini eru sjúkueyðkennini ofta rættuliga meinlík øðrum sjúkum
Alzheimersjúkan rakar sum oftast fólk yvir 60 ára aldur, men dømi eru eisini um, at fólk um 40-45 ára aldur verða rakt av sjúkuni. Kring allan heim eru umleið 18 milliónir fólk, sum hava Alzheimersjúkuna. Í Føroyum finnast eingi almen tøl yvir, hvussu nógv fólk hava hesa sjúku, men Sigrún Mohr metir, at talan er um umleið 900 fólk. Talið kemur hon fram til við at hyggja at, hvussu nógv fólk hava sjúkuna í okkara grannalondum og samanbera við føroysk viðurskifti.
Ringt at vera avvarandi
Á pallborðsfundinum leygardagin greiddi Sigrún Mohr, sum sjálv hevur eina mammu við Alzheimersjúkuni, frá, hvussu tað er at vera avvarandi hjá einum fólki við Alzheimersjúkuni. Fyri tveimum árum síðan fekk mamma teirra staðfest sjúkuna. Sigrún greiðir frá, at sjúkan tá var púra ókend fyri teimum, tey vóru tveitt inn í ein nýggjan heim, har alt var ókent og fremmant. Eftir at hava lisið um sjúkuna, gekk upp fyri teimum, hvat lá fyri framman, bæði hjá mammuni og hjá teimum sjálvum.
- Tað er ómetaliga svárt at varða av einum persóni við Alzheimersjúkuni. Tann, tú ert góður við, broytist og glíður so líðandi frá tær, tú røkkur hann ikki. Sjúklingurin sær ikki sjúkur út, í hvussu so er ikki tey fyrstu árini, og í stuttum samrøðum dugir hann væl at snúgva sær soleiðis, at fremmant fólk varnast ikki, at nakað er galið. Tí fara nógvir tankar gjøgnum høvdið, millum annað, um onnur halda, at vit gera mammu okkara sjúka, ella um diagnosan er røtt.
Sigrún Mohr greiðir frá, at tað tíðum gevur ringa samvitsku at vera avvarandi. Tú fært ringa samvitsku, tí tú átti at verið meira hjá mammu tíni, tú átti at gjørt meira saman við henni, og tú átti at givið pápa tínum meira frí, so hann ikki bukkar undir. Eisini fært tú ringa samvitsku av mótsigandi kenslum, tí persónurin er so nógv broyttur, at nógv av tí, hann ger, passar ikki til tann persónin, sum hann var áðrenn sjúkuna. Og tú fært ringa samvitsku, tá tú gert av, at mamman skal til umlætting, hóast tú veitst, at hon kennir seg tryggari heima í kendum umhvørvi.
Ov fá tilboð
Forkvinnan í Alzheimerfelagnum metir, at tað í dag eru alt ov fá tilboð til fólk við Alzheimer- og øðrum demenssjúkum. Hon vísir á, at hesi fólk hava ein serligan tørv, og hava sum heild tørv á nógvari, serkønari hjálp. Sum er hava Lágargarður í Havn og ellisheimið í Vágum serstakar deildir til fólk við demenssjúkum. Harumframt er ætlanin, at partar av Tjarnargarði, sum er gamla Marinustøðin, skal vera dagtilhald fyri minnisveik, umframt at farið er í holt við at byggja eitt nýtt heim fyri minnisveik í Vallalíð í Havn. Sigrún Mohr fegnast um, at nakað verður gjørt fyri fólk við demens, men hon metir, at framvegis liggur nógv á láni. Sum áður nevnt verður mett, at umleið 900 fólk í Føroyum hava alzheimersjúkuna, og tí er talan um ein stóran trupulleika.
- Tað er av alstórum týdningi, at vit eru varug við tørvin hjá hesum fólkum. Tað er ikki nóg mikið at byggja vanlig røktarheimspláss til hesi fólkini, eisini er neyðugt alla tíðina at kunna starvsfólkini í heilsuverkinum, avvarandi og onnur um sjúkuna, og hvønn tørv hesi fólkini hava, greiðir Sigrún Mohr frá. Alzheimerfelagið skipaði í vár fyri skeiði fyri avvarandi, um hvussu vit eru saman við teimum dementu. Eisini eru bólkar skipaðir fyri avvarandi, bæði í Havn og í Klaksvík, umframt at ein Demenslinja er sett á stovn, har fólk tveir tímar um vikuna kunnu ringja inn við spurningum um sjúkuna.
Positiva byrjan
Nú Alzheimerfelagið hevur eitt ár á baki, metir Sigrún Mohr, at undirtøkan fyri felagnum hevur verið sera góð, og felagið hevur fingið eina positiva byrjan. Umleið 80 fólk vitjaðu pallborðasfundin í samband við Altjóða Alzheimerdagin leygardagin, har eisini fleiri fyrilestrar vóru á skránni. Sofus Joensen, serlækni í psykiatri helt fyrilestur um demens, Marjun Sigurðsdóttir, forkvinna í MBF tosaði umm hvørji almenn hjálpartiltøk eru til taks í dag, og Jákup Foldbo stjóri fyri heimarøktina og serforsorgina, greiddi frá um tey demenssjúku sum brúkarabólk nú og í framtíðini. Sjálv greiddi Sigrún Mohr frá um støðuna hjá teimum avvarandi at alzheimersjúklingum. Anfinn Kallsberg, løgmaður, er verji fyri Altjóða Alzheimerdagin, og tað var eisini hann, sum setti fundin leygardagin.
Í ár var tað 9.ferð, at Altjóða Alzheimerdagur varð hildin kring heim. Hetta var fyrstu ferð, at dagurin varð hildin í Føroyum, men Sigrún Mohr sigur, at ætlanin er at dagurin 21.september á hvørjum ári skal markerast við onkrum tiltaki.