Tey eldru boðin til fundar

Hósdagin verður fundur í Runavík, allir borgarar í Runavíkar kommunu yvir 60 ár eru vælkomnir

Tað er Eldraráðið fyri Roðan sum skipar fyri. Líknandi fundir hava verið í fyrr í ár. Hesaferð sigur Anders Bøgesvang serlækni, frá um palliavita røkt og um tørvin á hospice.

 

Fundurin verður í Løkshøll í Runavík, hósdagin kl 19.00

 

Tað er ikki neyðugt at geva boð um luttøku.

 

Eldraráðið bjóðar kaffi, te og heimabakaða kaku aftaná fundin

 

Hesa ferð verður dentur lagdur á:

 

  • Vitjanartænasta
  • Demens – stuttfilmur verður vístur
  • Heilsugóður matur
  • Rørsla
  • Munur á at koma í einsemi og at veri einsamøll/einsamallur
  • Palliativ røkt – Anders Bøgesvang, serlækni, greiðir frá
  • SMS skipanin
  • Annað