Tey eru javngomul við kommununa

Skjótt eru 50 ár liðin, síðan hesi fóru í 1. flokk í Tofta skúla, og nú høvdu tey valt at samlast aftur.

Seinasta leygardag vitjaðu nøkur fólk á kommunuskrivstovuni á Toftum. Talan var um 1967-árgangin í Tofta skúla, og eru hesi fittu fólk sostatt javngomul við Nes kommunu.

 

Tað siga tey á Facebook-vanganum hjá kommununi í vikuni, sum henda dagin høvdu vitjan av gamla skúlaflokkinum. Skjótt eru 50 ár liðin, síðan hesi fóru í 1. flokk í Tofta skúla.

 

Eftir at tey høvdu verið í skúlanum, vitjaðu tey á kommunuskrivstovuni.

 

Borgarstjórin, Súni í Hjølum, hevði eina stutta frágreiðing og vísti teimum runt í bygninginum, gamla skúla og í lærarahúsinum.

 

- Vit takka fyri vitjanina og ynskja teimum øllum framhaldandi blíðan byr á lívsleiðini, siga tey á Facebook-vanganum hjá Nes kommunu í vikuni.