Rokfundur
Tað kom óvart á Torbjørn Jacobsen, fyrrverandi landsstýrismann í mentamálum, tá ið hann las í Sosialinum hósdagin, at embætisfólkini í Mentamálastýrinum hava biðið Lærarafelagið um umbering fyri atburð hansara á tí tiltikna fundinum við leiðsluna á Vestmanna Skúla.
Forkvinnan í Føroya Lærarafelag segði, at nakað eftir fundin, sum endaði við, at vestminningar rýmdu av fundi, varð felagið boðið til fundar í Mentamálastýrinum, har embætisfólkið formliga bað um umbering fyri atburðin hjá landsstýrismanninum.
Leggjast skal afturat, at hesin fundurin var eftir at Torbjørn Jacobsen hevði boðað frá, at hann legði frá sær, men áðrenn Óli Holm hevði tikið við.
?Eg havi ikki givið embætisfólkinum í Mentamálastýrinum heimild at biðja um umbering fyri meg. Tað tilkemur ikki embætisverkinum at biðja um umbering fyri ein landsstýrismann. Og hvørki tey, ella nakar annar, skal biðja um umbering mína vegna í hesum máli.
? Tað er bara eg, sum kann biðja um umbering fyri mínar gerðir. Men í hesum máli fáa tey aldrin eina umbering frá mær.
Tað sigur fráfarni landsstýrismaðurin, tí hann tvíheldur framvegis um, at tað er als onki at biðja um umbering fyri.
Skuldu hava átalu
Hann sigur at veruleikin er, at leiðslan í Vestmanna Skúla varð kallað til fundar í Mentamálastýrið at fáa eina átalu, tí at tey høvdu brotið alla siðvenju og allar mannagongd ir í skúlaverkinum. Samstundis vóru tey biðin um at koma til fundar at greiða frá trupulleikanum.
? Í hesum føri høvdu tey kallað saman til tíðindafund ímóti sínum ovasta myndugleika.
?Eg gjørdi av at steðga hesi mannagongd beinanvegin, tí skuldi tað nú gerast siðvenja, at skúlaleiðslur fóru at halda tíðindafundir í tíð og úrtíð ímóti sínum egna landsstýrismanni, sigur tað seg sjálvt, at hetta kundi ikki ganga.
Fyri at lýsa málið, so øll skilja tað, fer Torbjørn Jacobsen í sjómannaverðina:
? Hugsa vit okkum eitt skip, sum leggur til kei, og tað fyrsta kokkurin ger, er at kalla saman til tíðindafund á bryggjuni at breiða seg út um, hvussu stórur lúsahundur skiparin er, hvussu leingi hevði hann verið kokkur við tí skipinum, spyr Torbjørn Jacobsen.
Hann sigur annars, at nú kann tað gera tað sama, hvat fór fram á tí tiltikna fundinum. Men hann viðgongur, at orðadrátturin var harður. Hann viðgongur eisini, at tað var hann, sum byrjaði at tosa hart. Men hann sigur, at leiðslan í Vestmannaskúla stóð lítið aftanfyri í sinum orðavali. Tí hevur hann góða samvitsku í hesum máli.
Nú skilst á útvarpinum, at embætisfólkið í Mentamálastýrinum ikki er við uppá, at tey hava givið Lærarafelagnum umbering. Tey hava ásannað, at landsstýrismaðurin leyp framav, men tey vilja ikki kalla tað eina umbering.
? Tað skal heldur ongin bera í bøtuflaka fyri meg upp á nakran máta, tí tað hevur ongin heimild til, uttan eg sjálvur, og tað geri eg ikki, sigur Torbjørn Jacobsen.
.