Tey fýra fantastisku

Tað er eingin endi á teknurøðunum frá Marvel. Hesi hava stórframleitt sera nógvar ymiskar hetjur, sum ofta nærum eru ”freeks”. Í filminum um ”The Fantastic Four” møta vit fýra teirra aftur - Reed, Sue, Johnny og Ben, ið hesuferð fara at berjast við totala kaosfigurin The Silver Surfer.

 

Hesin Silver Surfer er sum teir sjey reiðmennirnir í Opinberingini, hann er komin fyri at fyrireika einki minni enn heimsins undirgang.

Í fyrra filminum fingu hesi fýra niðurbart Victor von Doom (!), nú skulu Reed og Sue gifta seg, men so kemur hesin svaki Silver Surfer og forstýrar alt. Hann kemur frá planetuni Galactus, og við honum koma alskins náttúruvannlukkur.

Reed, Sue, Johnny og Ben fara øll fýra at leggja saman superstyrki fyri at berjast við hendan sterka heljarsonin.

Við eitt kemur Victor von Doom at rísa frá teim deyðu. Hetta ger at Reed má arbeiða saman við gamla fíggindanum Doom, men er hann veruliga broyttur, kunnu tey líta á hann?

 

Ein vældámd teknirøð

Fantastic Four er ein av teim mest seldu røðunum hjá Marvel Comics eisini. Røðin kom fram í 1972 og var skapt av tí nú 84 ára gamla Stan Lee, sum seinni gjørdist blaðstjóri á Marvel. Hansara navn hevur staðið á yvir 2 milliardum bløðum síðani 1972.

Fantastic Four fingu teirra serligu evni, tí tey komu á eini rumdarferð at renna seg inn í ein kosmiskan storm. Matematikarin og fysikarin Reed Richards fekk evnini at boyggjast og strekkja seg sum gummi. Sue kann gera seg sjálva ósjónliga. Johnny Storm, sum annars er flogskipari, er endaðu sum ein livandi eldkúla (The Human Torch (Flammen)). Ben Grimm endaður sum

The Thing (Tingen) – eitt menniskja sum líkist einum appelsingulum múrsteini.

Fantastic Four er ofta vald til bestu teknirøðina. Fyrsti filmurin um tey kom í 2005. Twentieth Century Foxs hevur tjent 330 milliónir dollarar uppá hendan filmin.

 

Uppá nógvar mátar er hann sum nógvir av hesum filmunum um superhetjur, teir eru flott gjørdir, men hesin vantar tó nógv í søguni.

 

3 stjørnur av 6.

 

Leikandi:

 

 

Dr. Reed Richards IOAN GRUFFUDD

Susan Storm JESSICA ALBA

Johnny Storm CHRIS EVANS

Ben Grimm MICHAEL CHIKLIS

Victor von Doom JULIAN McMAHON

 

Leikstjóri: Tim Story, 92 minuttir. 11 ára aldursmark. Frumframførdur fríggjadagin 15. juni í Havnar Bio.