Tey fremstu vunnu í okkara bólki

HM-undankapping: Cristiano Ronaldo var á blettinum tvær ferðir fyri Portugal í gjárkvøldi

Fult umfar var í HM-undankappingarbólki B í gjár. Tey flestu av okkum hava óivað fingið við, at Føroyar spældu javnt, 0-0, á útivølli ímóti botnliðinum í bólkinum, Andorra. Men eisini vóru tveir aðrir dystir spældir. Tey fremstu liðini í okkara bólki, Sveis og Portugal, spældu á heimavølli ímóti ávíkavist Lettlandi og Ungarn. Bæði londini vunnu væntaðar favorittsigrar.

 

Sveisarar máttu tó slíta fyri sigrinum í Genève ímóti Lettlandi. Leingi stóð málleyst, men eftir 66 minuttir tryggjaði innskifti Josip Drmic, sum til dagliga spælir við týska Bayer Leverkusen, Sveis sigurin, tá ið hann skoraði einsamalla málið í dystinum. Sveis vann 1-0.

 

Á Estadio da Luz í Lissabon tóku portugisar ímóti Ungarn. Her var ongantíð nakar veruligur ivi um vinnaran. Ungi og spennandi áleyparin hjá FC Porto, André Silva, ið skoraði hattrikk ímóti Føroyum á Tórsvølli í oktober, legði fyri við málskjótingini, áðrenn Cristiano Ronaldo tók yvir. Fyrst økti Ronaldo til hálvleiksstøðuna 2-0, áðrenn hann í seinna hálvleiki slerdi sigurin fastan við góðum frísparksmáli til 3-0.

 

Cristiano Ronaldo hevur nú skorað heili níggju mál í hesari undankappingini - í bert fýra dystum. Hann var skaddur og spældi ikki við í fyrsta undankappingardystinum, sum Portugal tapti ímóti Sveis. Við sínum nógvu málum er hann toppskjútti í evropeisku undankappingini til HM í Russlandi í 2018.

 

Úrslitini geva hesa støðuna í undankappingarbólki B, nú londini hava spælt fimm dystir og undankappingin er hálvrunnin:

 

1. Sveis 15 stig

2. Portugal 12 stig

3. Ungarn 7 stig

4. Føroyar 5 stig

5. Lettland 3 stig

6. Andorra 1 stig

 

Komandi undankappingarumfar í okkara bólki verður spælt 9. juni. Tá kemur oddaliðið í bólkinum, Sveis, á vitjan á Tórsvølli. Í hinum dystunum tekur Andorra ímóti Ungarn, meðan portugisisku evropameistararnir spæla á útivølli ímóti Lettlandi.