Sum so mangan áður hava nógv verið frammi og sagt sína hugsan um hesi viðurskifti. Soleiðis er vanliga, tá eitt hvørt órættvísi er at hóma. »Hatta er vanærulig skomm, hatta má og skal broytast«, er í stuttum tað, flestu hava sagt.
Seinasta boðið er komið frá Kristiani Magnussen, løgtingsmanni, sum man teljast millum tey fáu, ið hava veruligt innlit í sosiallóggávu okkara. Kristian verður í Sosialinum siteraður fyri at siga, at fólk skulu vera líka fyri lógini, og tí skal grein 2 í forsorgarlógini strikast. Grein 2 í hesi lóg snýr seg, at øll vaksin hava skyldu í mun til ta almenna, at forsyrgjaraskyldan, sum er ásett í rættarvirkningslógini, verður handhevað, tá stuðul við heimild í forsorgarlógini skal útgjaldast. Nú rokni eg við, at Kristian ber hugsar um tann partin av forsyrgjaraskylduni, sum er galdandi millum vaksin fólk og ikki hana mótvegis børnunum.
Uppskotið frá Kristiani er ein máti at fremja rættvísi uppá, um vit eftir hondini yvirhøvur kunnu tosa um rættvísi í hesum sambandi. Tó loyvi eg mær at ivast í, um málið kann fáa eina so einfalda loysn. Forsyrgjaraskyldan finnist í so nógvum øðrum samanhangum, og so er hon eisini ein grundarsteinur undir sjálvum hjúnarbandinum og familjumynstrinum sum so. Spurningurin er, um vit kunnu strika so grundleggjandi viðurskifti burtur úr her men ikki har, og hvør verður avleiðingin. Spurningurin er tí, um okkara politikarar hava vilja og dirvi til at pilka við so grundleggjandi viðurskifti.
Ein rættur
Ein av meginreglunum, forsorgarlógin byggir á, er forsyrgjaraskyldan. Verður hendan strikað, má eitt hvørt koma ístaðin. Tí lógin má byggja á ávísar meginreglur. Ein møguleiki er, at allar forsorgarveitingar byggja á faktisku støðuna, og at øll óansæð hava rætt til veitingina, ávísa støðan kann útloysa. Hetta merkir millum annað, at øll, sum ikki fáa síni børn ansað, eiga at fáa so og so nógv útgoldið við kassa 1. Gift ella ógift, sambúgvandi ella einsamøll.
Tá verða øll, sum m.a. Kristian Magnussen eftirlýsir, sett líka fyri lógini. Forsorgarveitingin verður ikki tørvsmett men ein treytaleysur rættur. Ein rættiliga dýrur rættur, sum fer at tryggja øllum, eisini bóndakonuni á útoyggj forsorgarhjálp vegna vantandi barnaansing, tí eingi tilboð um slíkt eru harúti.
Gift ella ógift
Upp í hesum orðaskiftinum hava eisini verið hugsanir frammi um hjúnarbandið í mun til lógarverkið. Um lógarverkið og umsitingin av hesum ávirka giftingarhugin manna millum. Onkur hevur eeisni sagt sína hugsan, um tað loysir seg at giftast ella ei. Páll á Reynatúgvu, landsstýrismaður helt, at eittt nú forsorgarlógin neyvan ávirkar avgerðina, um fólk giftast ella ikki. Onkur prestur hevur sagt, at tað er burtur við at hava lógir, sum seta gift verri fyri.
Men hyggja vit at samlaða lógarverki okkara, síggja vit, at myndin kanska hvørki er eintýðug ella einføld. Við hvørt setir lógin gift verri fyri, men oftast betri fyri. Taka vit t.d. skattalógina, so varð hendan broytt dagarnar áðrenn tingið fór heim í vár soleiðis, at gift vóru sett nógv betur fyri. Hyggja vit í tryggingarlóggávuna síggja vit, at tað mest sum ikki loysir seg at tekna ávísar tryggingar ógiftur. Sama er galdandi fyri arvalógina, har ógift eru fyri veruligum vanbýti.
Ein viðkomandi spurningur aftur at er tí, um tað er rætt bert at tosa um, og møguliga broyta, forsorgarlógina í mun til hjúnarbandið. Eiga vit ikki at seta samlaða lógarverkið upp móti hjúnarbandinum. Í hvussu er um vit ætla at tosa um rættvísi.
Fari tí at mæla til, at spurningurin verður endavendur bæði ein og annan veg, áðrenn avgerð verður tikin um at strika grein 2 í forsorgarlógini. Ein kendur maður segði herfyri, at skal der være gilde, så lad? Fari at siga, at skal rættvísi valda, so skal veruligt rættvísi valda.