Tey orðblindu slept uppá fjall

Fyrsta treytin fyri at tey lesi- og skriviveiku fáa røttu hjálpina er, at vit hava eina lóggávu, sum tryggjar teimum rættin til serundirvísing, sigur formaðurin í danska Orðblindafelagnum, sum var rættiliga skelkaður av, at støðan á hesum økinum er so vánlig í Føroyum.


Sum lið í at kunna um møguleikarnar hjá teimum orðblindu hevði felagið fyri lesi-og skriviveik í farnu viku vitjan av formanninum í danska orðblindafelagnum, Hans Paula Christensen. Hans Pauli var sjálvur orðblindur sum barn og ungur, men við røttu hjálpni eydnaðist tað honum at sleppa av við trupulleikan. Í dag er Hans Pauli stjóri á einum skúla fyri vaksin lesi- og skriviveik í Albertslund.
Boðskapurin hjá Hans Paula var, at tað ber til hjá orðblindum at læra at lesa og skriva á jøvnum føti við onnur, men tað krevur eitt lógarverk, sum kann skapa neyðugu karmarnar fyri røttu undirvísingini.
80 % í hægri útbúgving
Felags fyri allar næmingarnar, sum koma á Orðblindaskúlan í Albertslund er, at her uppliva tey fyri fyrstu ferð, at tey ikki eru øðrvísi enn hinir næmingarnir, og at tey ikki longur hava nakað at skammast ella fjala út yvir. Her sleppa tey at brúka ta tíð, tað tekur at loysa eina uppgávu uttan allatíðina at verða samanborin við onnur, ið hava heilt aðrar førleikar. Samanumtikið metir Hans Pauli, at tað, sum tað ikki eydnaðist fólkaskúlanum at læra hesa næmingar eftir 9 árum, hava tey lært á orðblindaskúlanum eftir uml. 1½ ári.
Hans Pauli greiðir frá, at á Orðblindaskúlanum byrja tey ikki við at vísa næminginum á, at hesa ella hasa útbbúgvingina kanst tú taka, men spyrja heldur ?Hvørja útbúgving kundi tú hugsað tær?, tí útgangsstøðið er, at orðblind hava júst somu møguleikar, sum øll onnur
- Treytin fyri at hetta kann lata seg gera, og fyri at vit yvirhøvur kunnu reka okkara skúla er, at orðblindni er skrivað inn í donsku lóggávuna um útbúgving og endurútbúgving. Hetta inniber í fyrsta umfari, at øll orðblind hava rætt til frálæru, sum tryggjar teimum 9. flokks støði í lesing, skriving og rokning. Harumframt hava tey rætt til fakliga hjálp, um tey ynskja at fara víðari í útbúgvingarskipanini, sigur Hans Pauli og leggur afturat, at umleið 80% av næmingunum á hansara skúla velja at taka eina hægri útbúgving.
Samfelagið má taka støðu
Hans Pauli vísir á, at í Danmark hava fakfeløgini ein stóran part av æruni fyri, at orðblindni av álvara kom á politisku dagsskránna. Samstundis sum tað gjørdist vanligt at fyritøkur fóru undir at endurútbúgva síni starvsfólk, varnaðust fakfeløgini, at upp móti 60% av teimum høvdu so skerdar lesi- og skriviførleikar, at tey ikki vóru før fyri at gjøgnumføra hesar endurútbúgvingar.
- Fyri fystu ferð kom orðblindni í ljósmála á ein so ítøkiligan og umfatandi hátt, at tað bar ikki til at lata eyguni aftur longur. Um lesi- og skrivieiku starvsfólkini ikki eisini fingu ta endurútbúgving, sum kravdist, var ikki annað at gera enn at siga øll hesi fólkini úr starvi, og tað var ongin áhugaður í, greiðir Hans Pauli frá.
Hans Pauli vísir á, at treytin fyri at ein lóggáva sum eitt nú tann danska kann setast í verk er, at politikarnir og samfelagið sum heild tekur eina støðu til orðblindni, sum arbeiðast kann út frá. Og júst hetta er ein av størstu trupulleikunum í Føroyum, tí hyggja vit eftir lóggávuni á økinum, verða tey orðblindu als ikki nevnd.
Hóast formaðurin í felagnum fyri lesi- og skriviveik hevði greitt Hans Paula frá umstøðunum hjá teimum lesi- og skriviveiku í Føroyum, áðrenn hann kom á vitjan, fjaldi Hans Pauli ikki út yvir, at hann var skelkaður yvir at uppliva, at støðan veruliga er so vánalig, sum hon er.