Tey reyðu vilja ikki hækka pensjónsaldurin

Í sambandi við 1. mai-dagshaldið roynir andstøðan í Danmark og fáa stjórnina til ikki at hækka pensjónsaldurin.

 

Altjóða arbeiðaradagur er í dag, og tí er tað hóskandi at skerpa kravið um at steðga ætlanunum hjá stjórnini at hækka pensjónsaldurin enn meira.

 

Tað halda andstøðuflokkarnir í Danmark, Javnaðarflokkurin, SF og Eindarlistin, skrivar Ritzau tíðindastovan í morgun. Flokkarnir hava gjørt eina felags fráboðan:

 

– Vit kunnu hava nógvar ósemjur millum Javnaðarflokkin, SF og Eindarlistan. Men tað er rættiliga týdningarmikið, at pensjónsaldurin ikki verður hækkaður, soleiðis sum stjórnin ætlar, siga teir tríggir flokkarnir í felags fráboðan í dag.

 

– Tað skal vera ein semja, sum eisini heldur aftan á fólkatignsvalið, sigur Pernille Skipper, politiskt framsøgufólk hjá Eindarlistanum.

 

Roknað verður við, at stjórnin fer at royna at fáa fólk at verða longri á arbeiðsmarknaðinum. Hækking av pensjónsaldri tykist verða ein týðandi kelda at fíggja nýskipanir hjá sjtórini. Soleiðis koma fleiri pengar í statskassan, sum skulu bøta danska búskapin.

 

Avgerð um at hækka pesnjónsaldur er longu tikin sambært vælferðaravtaluni frá 2006. Men livialdurin hækkar meira enn væntað, og tí kunnu danir rokna við at verða pensjónistar longri, enn annars væntað.

 

Javnaðarflokkurin var sum einasti av teimum trimum reyðu flokkunum við í avtaluni. Men flokkurin sigur nú nei til at pensjónsaldurin verður hækkaður skjótari enn avtalað.

 

– Nú standa vit saman ímóti uppskotinum hjá Lars Løkke. Vit eru ímóti, at ein av hægstu pensjónsaldrum í Evropa verður hækkaður enn meira, skriva Mette Frederikssen, forkvinna í Javnaðarflokkinum, Pia Olsen Dyhr, forkvinna í SF og Pernille Skipper, talskvinna hjá Eindarlistanum, í grein í dagblaðnum Information.

 

Danski Fólkaflokkurin hevur fyrr sagt seg vera ímóti at hækka pensjónsaldurin. Harvið er meiriluti í Fólkatinginum ímóti at hækka pensjónsaldurin, skrviar Ritzau.

 

 

 

Fakta:

Í 2006 gjørdu Vinstri, tey Konservativu, Danski Fólkaflokkurin, Javnaðarflokkurin og tey Radikalu eina vælferðaravtalu. Har var semja um, at fólkapensjónsaldurin skuldi hækka frá 65 til 67 ár frá 2027. Í 2011 varð hetta framskundað til 2022.

 

Í 2015 vórðu partarnir samdir um at hækka pensjónsaldurin til 68 ár frá 2030.

 

Í august 2016 legði Vinstrastjórin fram sína 2025 ætlan. Í henni var uppskot um at hækka pensjónsaldurin frá 67 til 67,5 ár longu í 2025. Eftirlønin skuldi tilsvarandi hækkast frá 63 ár til 63,5 ár frá 2021.

 

Í november verður Vinstra-stjórnin víðkað við Liberalari Alliansu og teimum Konservativu. Tað merkir, at 2025 æltanin verður løgd til viks. Nýggja stjórnargrundarlagið hevði framvegis eina ætlan um eina nýskipan av pensjónsviðurskiftunum, men tað verður ikki nágreinað, hvussu pensjónsaldurin skal verða, skrivar Ritzau.

 

Keldur: Folketinget, Ritzau og Danmarks Statistik.