Tey rudda Skarv: – Sorgblítt og løgið

– Tað er altíð syrgiligt, tá ein epoka doyr út. Men man ikki føroyingarnir yvirliva? Soleiðis sigur Siri Thorsteinsson, sum saman við pápa sínum Dánjal Petur nú er í gongd við at rudda skeinkistaðið hjá føroyingunum í Keypmannahavn, Skarv.

Her standa Siri og Dánjal Petur við hvør sínum skarvi, sum hevur staðið handan barrdiskin í nógv ár (Myndir: Gwenaël Akira Helmsdal Carré)

Brot úr grein í Sosialinum:

 

Tað er týsdagur 21. mai, og sólin skínur í Keypmannahavn. Einar 22 gradir sigur telefonin hjá mær, nú eg leiti mær framvið einum heilt serligum staði hjá øllum føroyingum fyri seinastu ferð – skeinkistaðið Skarv.

 

Hurðin stendur opin, og inni eru Siri Thorsteinsson og pápi hennara Dánjal Petur í holt við at rigga av.

 

Gólvið kleprar enn frá seinasta dansinum leygarkvøldið, og tað flýtur í proppum, pappírsruski, hárspennum og øðrum nipstingum millum allar eskjurnar og posarnar, sum tey hava pakkað niður við tingum, ið antin skulu vekk ella goymast.

 

– Hatta var eitt heilt heilt fantastiskt kvøld. Eg hevði ikki væntað, at tað komu so nógv fólk. Eg kann ikki minnast at hava sæð so nógvar føroyingar her fyrr, sigur Siri Thorsteinsson, nú vit tosa um seinasta dansin á Skarv hin 21. mai.

 

##med2##

 

Pápi hennara Dánjal Petur Thorsteinsson var mitt í rokanum til síðsta dansin, og hann er samdur í, at kvøldið var heilt specielt.

 

– Hatta var akkurát sum tað var í 70-80’unum. Tá var vanligt, at her vóru so nógv fólk. Altíð fult hús hvørt fríggja- og leygarkvøld við kø uttan fyri, sigur hann.

 

Bæði halda tað vera løgið, at Skarv nú verður søga.

 

– Tað er eitt sindur svert at acceptera, at nú er tað slutt. At tann epokan er slutt. Tað er tað, sigur Dánjal Petur.

 

– Ja, tað er trist og vemodigt, at síggja persónligheitina í Skarv hvørva, so hvørt vit pakka niður. Skarv er ikki Skarv meira, sigur Siri.

 

##med3##

 

Hart arbeiði alt samdøgrið

 

Alt Siri minnist, hevur Skarv verið í lívinum. Longu sum 12 ára gomul byrjaði hon at arbeiða á Skarv við pápa sínum sum stjóra og hevur síðani arbeitt her, inntil hon tók yvir í 2015.

 

Dánjal Petur hevur fleiri ferðir heitt á dóttrina um at fara úr bransjuni, av tí at tað er ein so hørð bransja, serliga tá man hevur trý børn at taka sær av heima.

 

– Eg havi sagt, at hon skal ikki ganga í Skarv, inntil hon er 72, líka sum eg havi gjørt, fortelur hann.

 

##med4##

 

Siri ásannar, at barrlívið er hart arbeiði.

 

– Tað er alt annað enn avslappandi at reka barr. Tú ert jú ikki til arbeiðis frá 8-16. Tú ert til arbeiðis alt samdøgrið. Í høvdinum. Tankarnir eru á Skarv alla alla tíðina.

 

##med5##

 

Tað eru nógvir faktorar, sum gera, at Siri hevur valt at selja Skarv.

 

Harímillum serliga húsaleigan, sum er farin nógv upp, og við einari húsaleigu á 75.000 krónur um mánaðin, ja tá má man selja nógvar øl fyri at fáa tað at mala runt.

 

##med6##

 

– Sjálvandi fara allir føroyingar, sum plaga at ganga her, at sakna Skarv. Men teir hava bara ikki brúkt Skarv nokk, til at Skarv kundi klára tað, sigur Siri.

 

Hvussu tá?

 

– Jamen at koma her leygarnátt klokkan 4:30 og vera her til 5:30 og biðja um vatn í barrini... Tað betalir onga húsaleigu, sigur hon.

 

##med7##

 

So er stóri spurningurin nú - hvar skulu føroyingarnir nú fara?

 

– Altso føroyingar hava altíð funnið eitt stað. Ikki neyðturviliga altíð eitt føroyskt stað, men eitt stað at møtast, sigur Dánjal Petur.

 

– Ja, føroyingar skulu nokk duga at hugna sær víðari á onkrum øðrum staði. Men tað verður neyvan tað sama, tí Skarv hevur jú verið til fyri føroyingar. Konseptið var bygt upp við føroyskum tónleiki, føroyskum øli og føroyskum stemningi. Tað fær man ikki eitt danskt stað at gera, sigur Siri og minnir meg á, at um nøkur ár verður Skarv en saga blot.

 

– Tey ungu, sum hava nátt at verið á Skarv, tey fella jú frá upp á eitt tíðspunkt. Og so koma nýggj ættarlið til, sum ikki vita, hvat Skarv var, tí tey vóru ikki gomul nokk til at koma her tá. Og so venur man seg bara við tað...

 

Tað er nokkso syrgiligt, ha?

 

– Sjálvandi. Tað er altíð syrgiligt, tá ein epoka doyr út. Og serliga tá tað hevur verið so leingi, í næstan 50 ár. Men man ikki føroyingarnir yvirliva? Tað rokni eg við!

 

##med8##

 

Les longri samrøðu við tey bæði Siri og Dánjal Petur um Skarv í nýggjasta Sosialinum.

 

Myndir: Gwenaël Akira Helmsdal Carré

 

##med9##

 

Her standa Siri og Dánjal Petur við hvør sínum skarvi, sum hevur staðið handan barrdiskin í nógv ár (Myndir: Gwenaël Akira Helmsdal Carré)

Her vísir Edmund S. Jacobsen nøkur videobrot frá dansinum leygarkvøldið 18. mai, áðrenn farið verður í gongd at bera út í bilin. Øll eru samd um, at kvøldið var óalmindiliga gott.