Ungdómur
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Nesvík: Klokkan er farin at nærkast 23 hetta fríggjakvøldið í næstseinastu viku.
Lovsangurin hevur nú vart í eina løtu, og eingin hugsar um at hann skal enda.
Har frammi við pallin nærhendis forsangarunum stendur hin 17 ára gamla Annika og syngur.
Tað er skjótt at síggja, at hetta er nakað henni dámar sera væl.
Tað er tí ikki uttan bivan at hon verður tikin til síðis eina løtu fyri at fáa eitt prát við umboðið fyri tíðindatænastuna.
Uppbygd andaliga
At fara á slíkar legur er ikki nýtt fyri Anniku.
Tað er kortini eitt sum er serstakt við eini slíkari legu, og tað er góða samanhaldið millum allar luttakararnar, eisini um tað eru 219 onnur enn Annika á leguni.
Eg má bara siga sum er, at tað er virkiliga deiligt at síggja tey aftur, sum man kennir frá fyrr av.
Tað eru ikki øll sum ein sær so ofta. So ein slík lega er ein sera góður møguleiki at síggja tey aftur, sigur Annika.
Skal hon draga nakað fram, sum ger at hon eisini er við á hesi leguni, so er tað ynski hennara at verða uppbygd andaliga.
Eg ynski at koma at kenna Harran betri. Og tað er góður møguleiki fyri tí á eini slíkari legu, sigur Annika.
Øðrvísi
Annika hevur gingið til ungdómsmøtini í Meinigheitshúsinum í Havn, men gongur nú í KFUM&K í Klaksvík, har hon er á Húsarhaldsskúla.
Hóast hon hevur verið við í andaligum arbeiði í nøkur ár, so er tað ikki vist, at tað er so einfalt og lætt av teirri orsøk.
Hon ivast ikki eina løtu í, at tað er sera gott at vera ein trúgvandi. Men tað er ikki altíð so lætt, kortini.
Hini skilja meg ikki altíð, hví eg ikki geri tað sama sum tey: At eg ikki gangi í býnum og ikki drekki og annað.
Tí er tað so gott at koma á slíkar legur, har ein kann verða andaliga uppbygd og vera saman við øðrum trúgvandi, sigur hon.