1. umfar í Premier League er um vikuskiftið. Higartil hava sjey dystir verið. Ein í gjár og seks í dag. Higartil eru tað tey stóru feløgini , sum hava greitt sín setning. Spælarar sum Paul Pogba, Dele Alli og N’Golo Kanté hava eisini skotið mál.
Manchester United vann í gjár 2-1 á Leicester við málum frá Paul Pogba og Luke Shaw. Sermerkt fyri báðar spælararnar er, at teir hava verið fyri atfinningum frá José Mourinho. Nú hava teir tryggjað venjaranum eina góða byrjan upp á kappingarárið.
Í dag hava so London feløgini, Tottenham og Chelsea, eisini vunnið. Tottenham vann 2-1 í Newcastle. Tað stóð nógv á gestunum úr London, tí Newcastle rakti bæði stongina og yvirleggjaran, men málini frá Jan Vertonghen og Dele Alli.
Chelsea vann sannførandi 3-0 á Huddersfield. N’Golo Kanté, Jorginho og Pedro skoraðu málini. Crystal Palace fekk eisini eina góða byrjan við 2-0 sigri á Fulham á útivølli, men Bournemouth og Watford vunnu hvør sín 2-0 sigur á heimavølli.
Í morgin er fyrsti “topp 6” dysturin, tá Arsenal tekur móti Manchester City, meðan Liverpool fær vitjan av West Ham.
Premier League:
Manchester United 2 - 1 Leicester City
Newcastle United 1 - 2 Tottenham Hotspur
AFC Bournemouth 2 - 0 Cardiff City
Fulham 0 - 2 Crystal Palace
Huddersfield Town 0 - 3 Chelsea
Watford 2 - 0 Brighton & Hove Albion
Wolverhampton Wanderers 2 - 2 Everton
Í morgin:
Liverpool - West Ham United (13:30)
Southampton – Burnley (13:30)
Arsenal - Manchester City (16.00)