Føroyskir svimjarar hava í farnu viku og um vikuskiftið luttikið á evropeisku juniormeistarastevnu í Antwerpen, Belgia. Teir føroysku svimjararnir eru væl fyri í løtuni, og hetta staðfestu teir við at seta eina ørgrynnu av nýggjum føroyskum metum og juniormetum.
Magnus kolldømdur
Tað var serliga Magnus Jákupsson, sum gjørdi vart við seg í kappingini í Belgia. Hann setti heili fimm føroysk met og fimm juniormet, sum kastaði trý hálvfinalupláss av sær. Hann svam seg upprunaliga eisini til finaluna í 50m ryggsvimjing, men tað íkom nakað av dramatikki, tá ið yvirdómarin metti, at hann hevði okkurt klistrandi undir fótinum, sum gav honum ein fyrimun tá ið hann kavaði út í hylin. Magnus metti hetta vera íkomið av óvart ávegis út í hylin, og kærdi kolldømingina til dómsnevndina á staðnum, sum tó bara staðfesti avgerðina hjá yvirdómaranum.
Risa met til fýra
Sunnumorgunin svumu teir fýra Eyðbjørn Joensen, Markus Joensen, Alvi Hjelm og Óli Mortensen 4x200m frísvimjing, og har settu teir í stórum stíli nýtt føroyskt met. Føroyska metið frammanundan var 8.44.94, men teir fýra kutaðu meir enn ein hálvan minutt av metinum við at svimja í tíðini 8.09.41.
Føroyskt juniormet var ikki til staðar frammanundan, og hava teir nú lagt bragdliga fyri við hesum nýggja juniormetinum.
Systrarnar flúgvandi
Tær báðar systrarnar, Cecilia og Victoria Wigant Eysturdal, hava eisini bitið væl frá sær í kappingini í Belgia. Cecilia setti tíðliga á ferðini met í 400m frí og 200m frí, men systurin vildi ikki standa nakað aftanfyri og setti somuleiðis tvey nýggj juniormet. Tað var júst sum systurin í 400m frí og 200m frí.
Føroyski gullklumpurin í Elin Kristinu Thomsen var eisini til staðar og tók henni líkt eisini tvey nýggj føroysk met. Ársins stjørnuskot og ársins svimjari, sum bara er 13 ára gomul, setti nýggj føroysk met í 50m firvald og 200m firvald og stjól tey harvið frá ávikavist Shailu millum Garðarnar og Moniku Biskopstø.
albinus@sosialurin.fo
Met sett á EJM 2012
Mikudagur 4. juli:
Magnus Jákupsson 24.79 í 50 firvald
Magnus Jákupsson 57.91 í 100 rygg
Magnus Jákupsson 24.69 í 50 firvald (hálvfinala)
Hósdagur 5. juli:
Cecilia Wigant Eysturdal 4:37.51 í 400 frí
Fríggjadagur 6. juli:
Cecilia Wigant Eysturdal 2:11.64 í 200 frí
Magnus Jákupsson 2:04.43 í 200 rygg
Magnus Jákupsson 2:04.12 í 200 rygg (hálvfinala)
Leygardagur 7. Juli:
Magnus Jákupsson 26.53 í 50 rygg (og í hálvfinalu)
Magnus Jákupsson 54.12 í 100 firvald
Kristina Elin Thomsen 2.38.81 í 200 firvald
Markus Joensen 2.32.59 í 200 bringu
Victoria Wigant Eysturdal 2.09.63 í 200 frí
Óli Mortensen 16.17.10 1500 frí
Sunnudagur 8. Juli:
Eyðbjørn Joensen, Markus Joensen, Alvi Hjelm og Óli Mortensen 8.09.41 í 4x200 frí
Victoria Wigant Eysturdal 4.33.63 í 400 frí
Kristina Elin Thomsen 29.23 í 50 firvald
Eyðbjørn Joensen, Markus Joensen, Alvi Hjelm og Óli Mortensen 3.46.49 í 4x11 frí
Markus Joensen 1.09.91 í 100 bringu